Frá trauma til tónleik

Jenny Wilson syngur um neyðtøku, bróstkrabba, tunglyndi og trúnna á, at okkurt kanska fer at henda, sum kann gera lívið betri. 6. november fer hon á pall í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv
16. september 2021 kl. 14:08

Fyri tveimum vikum síðani gav svenska stjørnan Jenny Wilson út fyrsta staklagið av komandi útgávuni MÄSTERVERKET. Lagið eitur ”Ge mig nåt starkt”, og snýr seg um eina tíð í lívinum hjá Jenny, tá hon ikki orkaði lívið og royndi at doyva einsemið og pínuna við Netflix og víni. Hon var júst afturkomin av turné, ummælarar góvu henni fimm út av fimm stjørnum, hon hevði flotta yrkisleið og eitt tannáringabarn – ja hon hevði alt at missa. Hevur man tá loyvi til at hava tað so ringt?

Jenny Wilson spyr spurningar, sum nógv okkara seta okkum sjálvum, men ikki tora at siga hart. Hon hevur havt eitt torført lív við ógvusligum hendingum og sálarløst – hon hevur havt bróstkrabba, og sum ung varð hon neyðtikin – og hetta skrivar hon tónleik um.  Í sínum tónleiki er Jenny erlig, beinleiðis og djørv. Hon roynir ikki at gera veruleikan vakrari, enn hann er:

“Jag tog på ett stenhårt fejs och skrev DEMAND...

medan cellgiftet brusa i min sargade kropp

Manisk som en krigskorrespondent

som inte har nånstans att ta vägen sen”

- Úr sanginum Universums Grymma Lag

Jenny Wilson er ein slóðbrótari og ein av størstu popp-tónleikarunum í Svøríki og Norðurlondum, og í heyst fáa føroyingar heiðurin at hoyra hennara søgu, tá hon spælir konsert í Norðurlandahúsinum.

Konsertin er leygarkvøldið 6. november, og hetta verður ein av teimum upplivingunum, sum ein ongantíð gloymir aftur:

“Ávís brot eru so vandamikil, at eg má eta pínustillandi og taka sjóverkstablett fyri at tora at lurta víðari. Aðrar dagar er viðkvæmið næstan ov mikið. Men Jenny koyrir á, uttan doyving (...). Í mínum eygum og oyrum er Jenny Wilson djarvasta listafólk í Svøríki.”

- Tónleikari Thomas Öberg um MÄSTERVERKET, sum kemur út 1. oktober.