TONIK ráðstevnan, sum verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum, er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan.
25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur og orðaskifti á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan, íverksetan og leiðslu.
Eitt av hesum orðaskiftunum fer at snúgva seg um, hvussu fyritøkur kunnu fyrireika seg til altjóða marknaðin. Vertur fyri orðaskiftið verður Schønning Eysturoy frá bretsku fyritøkuni Wazoku. Schønning stóð á odda fyri at fáa Wazoko inn á Norðurlendska marknaðin, Saudiarabiska marknaðin og Latínamerikanska marknaðin.
Luttakarar í orðaskiftinum vera Rúnar Reistrup og Mia Grosen. Rúnar hevur drúgvar altjóða royndir, eitt nú sum CEO í fyritøkuni Depop, sum bleiv selt fyri 1,6 mia dollarar í 2021. Í dag er hann CEO í fyritøkuni YunoJuno.
Mia Grosen hevur stovnað fyritøkuna Canute, hvørs endamál er at hjálpa norðurlendskum startups at vaksa frá heimamarknað til altjóða marknaðin. Mia og Rúnar fara at fortelja frá teirra royndum og avbjóðingum á ferðini inn á altjóða marknaðin. Eisini fara tey at koma við góðum ráðum um, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu víðka um virksemið til onnur lond og fyrireika seg til altjóða marknaðin.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni.
TONIK er í morgin, fríggjadagin 3. mai.
Les meira um ráðstevnuna á www.tonik.fo