- Tað hevur verið ein øgiliga spennandi ferð. Eg vóni fáa vit nakrar dystir afturat, men tað er torført at siga, tí vit hava tann truplasta dystin í bólkinum eftir. Hann er móti Tunesia, sum liggur á 30. plássi á FIFA-listanum, har vit (Gambia, blðm.) eru nummar 150, so vit eru fullgreiðir yvir, at vit eru uppi ímóti yvirmaktini, men vit fara at gera okkara besta, tá vit spæla í morgin.
Tað segði Tom Saintfiet, venjari hjá gambiska landsliðnum, tá Dimmalætting undan dystinum ímóti Tunesia, samskifti við hann.
Orsøkin er tann sjálvsagda, at belgiski landsliðsvenjarin hjá Gambia, sum í løtuni klárar seg sera í kappingini um afrikanska fótbóltsmeistaraheitið, sum verður spælt í Kamerun, hevur verið venjari hjá sandoyingum fyri skjótt 20 árum síðan.
Tá vit samskiftu við hann, hevði lið hansara ikki spælt seinasta dystin móti Tunesia, og tí er samrøðan gjørd út frá teimum fortreytunum; at Gambia, sum er nummar 150 á styrkilistanum hjá FIFA, er á odda í bólki F, har hini liðini eru Mali, sum er nummar 53 á listanum, Mauritania, sum er nummar 103, og Tunesia, sum Gambia spældi ímóti í gjár, sum er nummar 30.
Tí hevði gambiski landsliðsvenjarin rætt í, at talan var um ein dyst móti yvirmaktini, men sum kunnugt ber alt til í ítrótti. Tó er eingin ivi um, at talan er um eitt ítróttarbragd av teimum heilt stóru, at Gambia nú endaði við at vinna bólk F. Og Tunesia, sum var sterkasta liðið í bólkinum, endaði á triðja plássi.
Hetta er fyrsta ferðin, at Gambia er við til endaspælið, og liðið er tað minsta á afrikanska fastlandinum við bara 2,7 milliónum íbúgvum, og er veikasta liðið, sum nakrantíð hevur kvalifiserað seg til eina slíka kapping. So tað var nakað heilt serligt at spæla fyrsta dystin:
- Dysturin móti Mauritania var tann fyrsti dysturin, sum vit nakrantíð hava spælt í hesi kappingini og vit vunnu hann. Tað vara øgiliga stórt, sigur Tom Saintfiet, tá dimma.fo fregnast um støðuna.
Føroyar standa frammarlaga
Sjálvt um hann “bara” var í Føroyum í umleið hálvtannað ár í tíðarskeiðnum frá 2002 til 2003, so stendur tíðin í Føroyum øgiliga frammarlaga hjá belgiska venjaranum hjá Gambia.
Hann var blaðungur venjari, tá hann tók við í B71, tí hann var bara 29 ára gamal, tá hann tók á seg at leggja Eli Hentze, Páll á Reynatúgvu, Símini Hansen og hinum sandoyingunum lag á.
Hetta var árið eftir, at B71 hevði tapt niðurflytingardystin móti Skála, og tí var uppgávan hjá unga belgiska venjaranum at fáa sandoyingar á fótbóltsligan rættkjøl aftur.
Tað mundi eydnast, tí fyrsta árið gekk soleiðis, at B71 endaði á øðrum plássi í næstbestu deildini. Tað hevði við sær, at sandoyingar skuldu spæla um uppflytingina ímóti EB/Streymi, sum endaði næstniðast í bestu deildini, og tað var ikki fyrr enn í triðja dystinum, at EB/Streymur fekk sett tingini upp á pláss, so felagsliðið varðveitti plássið í bestu deildini.
Tað hevði við sær, at sandoyingar máttu taka enn eitt ár í næstbestu deildini, men tá gekk ikki sum ætlað, so tá tveir triðingar vóru leiktir av tí kappingarárinum fóru Tom Saintfiet og B71 hvør til sítt.
Hann hevur tó hildið fast við sambondini til Føroya, og upplivingin her stendur enn øgiliga frammarlaga hjá honum.
- Eg sakni framvegis Føroyar. Landið eru enn eitt av teimum vakrastu í øllum heiminum og tað er mín stóri dreymur at kunna venja føroyska landsliðið. Eg eri vísur í, at eg kann vera við til at menna føroyskan fótbólt og fáa góð úrslit, sigur Tom Saintfiet.
Hann søkti sum føroyskur landsliðsvenjari fyri nógvum árum síðan, men hoyrdi ongantíð aftur.
- Nú havi eg betur fortreytir, tí nú havi eg 20 ára royndir á baki og 13 ár sum landsliðsvenjari hava styrkt meg, leggur hann afturat.
Les alla samrøðuna við Tom Saintfiet í blaðnum, sum er í sølubúðunum ella her á dimma.fo.
Les meira: Frá B71 til gambiska landsliðið