Kvinna til gongu varð rakt av bili

Men at síggja til slapp hon væl frá tí

Áki Bertholdsen
17. desember 2023 kl. 09:15

Á døgurða í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í handilsøkinum á Hálsi í Havn, beint við Jysk. Løgreglan sigur, at ein kvinna, sum var á veg tvørtur um vegin til gongi, varð rakt av einum bili.

Kvinnan fór á Landssjúkrahúsið, men at síggja til, er hon sloppin frá óhappinum uttan mein. Kanska er kortini talan um eitt lítið beinbrot.

Har var rættiliga rokaligt við fólk og bilum, tá ið óhappið hendi og tað endaði við, at hendan kvinnan kom fyri ein bil. og har er eingin gonguteigur har um vegir. Ein vegbunga er har, sum er málað, og sum kann líkast einum gonguteigi, men tað er ikki ein gonguteigur.

Enn er støða ikki tikin til um meiri verður gjørt við málið.