Fótbólturin rullar aftur

Fótbóltssteðgurin er av, og bólturin er farin á rull aftur. Í dag tekur EB/Streymur ímóti NSÍ við Margáir, og í Gundadali tekur B36 ímóti B68. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

Bæði B36 og KÍ vunnu sínar dystir fríggjakvøldið
Kristian Waag Dam
6. mars 2022 kl. 13:10

Um vikuskifti verður fyrsta umfarið í Betri Deildini avgreitt. Í gjár vóru tríggir dystir leiktir, og í dag snýr tað seg um EB/Streym og NSÍ, og B36 ímóti B68. Báðir dystirnir byrja klokkan 15.

EB/Streymur hevur í ár heimavøll við Margáir. Tvey tey seinastu árini hevur EB/Streymur havt heimavøll á Eiði. Í fjør endaði EB/Streymur nummar sjey. EB/Streymur hevur mist nakrar leikarar, millum annað Símun Sólheim, Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen. Tó hevur felagið roynt at styrkt um hópin. Sjey leikarar eru lagdir aftrat felagnum.

Mótstøðuliðið, NSÍ, skal í dag spæla sín fyrsta dyst við Toda Jónsson sum venjara. Í fjør endaði NSÍ nummar fýra. Ongin leikari er lagdur aftrat hópinum hjá felagnum. Aftrat hesum er liðformaðurin, Klæmint A. Olsen, skaddur.

Higartil hevur einki heimalið vunnið nakran av dystinum, ið hava verið leiktir hetta vikuskifti. Hetta ætlar Dan Brimsvík og B36 at gera okkurt við, tá B36 tekur ímóti B68 í Gundadali klokkan 15.

- Toftamenn eru hjartaliga vælkomnir í Gundadal. Men teir skulu vita, at vit ætla okkum trý stig á heimavølli hvønn dyst í ár. Og tað ger seg sjálvandi eisini galdandi sunnudagin, soleiðis sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjarin hjá B36, á Facebook vanganum hjá B36.

B36 endaði nummar fimm í fjør. Teir hava styrkt hópin við fleiri nýggjum leikarum, millum annað Símun Sólheim og Michael D. Przybylski.

Í fjør endaði B68 nummar átta og megnaði harvið at vera verandi í bestu deildini. B68 hevur fleiri lokalar leikarar í hópinum. Aftrat hesum hava teir styrkt hópin við nýggjum leikarum, teirra millum er Aidan Liu, ið er leigaður úr danska superligafelagnum Vejle Boldklub.

KÍ, HB og Víkingur, sum øll endaðu í topp trý í fjør, vunnu í gjár hvør sín dyst. Øll trý liðini vóru á útivølli.

Báðir dystirnir byrja klokkan 15. Til ber at síggja dystirnar á Televarpinum.