Eftir landsliðssteðg í tvær vikur, meðan A- og U-21 landsdystir hava verið á skrá, tørna dystir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum nú fyri aftur.
Frá í morgin – fríggjadegnum – og fram til týsdagin verður hvønn dag spælt í bestu deildini.
Í morgin klokkan 18 verður toppdystur í Gundadali, tá ið HB fær vitjan av KÍ. Hesi bæði feløgini – HB og KÍ – fara at spæla tvær ferðir í part fram til týsdagin. KÍ fær mánadagin vitjan av B68, og HB fær týsdagin vitjan av Víkingi.
Sunnudagurin plagdi at vera stóri fótbóltsdagurin. Soleiðis er tað ikki hetta vikuskiftið. Sunnudagin vera tað tveir dystir. Á Argjum verður lykladystur í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið AB fær vitjan av TB, og hin dysturin verður í Hólmanum á Eiði, tá ið EB/Streymur fær vitjan av B36, sum í løtuni er næstfremst.
ÍF, sum er undir niðurflytingarstrikuni, fær leygardagin vitjan av 07 Vestur.
Fríggjadagin 15. september
HB – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
Leygardagin 16. september
ÍF – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Sunnudagin 17. september
EB/Streymur – B36: Alex Troleis kl. 15.00
AB – TB: Dagfinn Forná kl. 15.00
Mánadagin 18. september
KÍ – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00
Týsdagin 19. september
HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
KÍ | 19 | 17 | 1 | 1 | 49 | 13 | 52 |
B36 | 21 | 16 | 1 | 4 | 46 | 17 | 49 |
HB | 20 | 15 | 2 | 3 | 56 | 15 | 47 |
Víkingur | 21 | 13 | 3 | 5 | 52 | 20 | 42 |
07 Vestur | 21 | 9 | 4 | 8 | 34 | 32 | 31 |
EB/Streymur | 20 | 6 | 2 | 12 | 22 | 37 | 20 |
B68 | 21 | 4 | 6 | 11 | 21 | 37 | 18 |
TB | 21 | 4 | 4 | 13 | 13 | 46 | 16 |
ÍF | 21 | 4 | 0 | 17 | 19 | 58 | 12 |
AB | 21 | 3 | 1 | 17 | 16 | 53 | 10 |