Fótbólturin í Runavíkar kommunu er hart sperdur í løtuni.
Eitt er at Skála er botnlið, tað kemur ikki so óvart, tí Skála er uppflytari og uppflytarar hava tað ofta trupult fyrsta árið.
Øðrvísi er tað við NSI, sum vanliga er við í hinum endanum av kappingini, men í ár er støðan ikki góð hjá teimum gulu og svørtu úr Runavík. Gaman í vunnu teir fyrsta dystin, men síðan hevur gingið illa í hond og allir tríggir dystirnir eru taptir.
Tí var dysturin í dag næstan ein sum bara skuldi vinnast, men B36, sum var í júst somu støðu sum NSÍ undan dystinum, vildi tað øðrvísi.
Tá hálvur tími var leiktur legði Brian Jakobsen B36 á odda, og sjey minuttir seinni økti Bjarki Nielsen til 2-0, sum eisiningjørdist endaliga úrslitið. Tað vil siga, at B36 sníkti seg upp á 5. pláss og NSÍ liggur nú næstaftast.
Tá tað er sagt, so hava runavíkingar verið sera illa fyri í ár. Fyrireikingarnar hava verið hart raktar av skaðum, serliga millum teir royndaru leikararnar, til dømis í verjuni.
Harafturat eru fleiri leikarar farnir og nýggir komnir, men tað snýr seg jú um at fáa spælið at hanga saman.
Ultimativi spurningurin er nokk, hvat felagið, nevndin sigur til gongdina. Todi Jónsson, venjari, segði við 3-2 hjá KvF herfyri, at mann skuldi gloyma allar tankar um evropeiskan fótbólt í ár. Tað er greið tala, sum hongur saman við úrslitunum.
Støðan eftir fimm umfør - Víkingur og AB hava spælt fýra dystir
KÍ 15 stig
HB 11 stig
Víkingur 9 stig
EB/Streymur 7 stig
B36 6 stig
B68 5 stig
07 Vestur 5 stig
AB 4 stig
NSÍ 3 stig
Skála 2 stig