Skal seinasta evropiska plássið enda í Klaksvík ella í Eysturkommunu.
Tað er tað sum stendur upp á spæl, tá HB og Víkingur næsta leygardag á Tórsvølli fara at stríðast um vinna steypafinaluna 2020.
Í dag gjørdist greitt, at HB verður seinna liðið í finaluni, og tað hendi eftir at HB vann hálvfinaluna ímóti NSÍ við trimum málum móti einum.
Í gjár vann Víkingur 2-1 á B36 í hinari hálvfinaluni, sum varð leikt við Løkin í Runavík, og tí er greitt, at tað vera hesi bæði liðini, sum skulu kappast um løgmanssteypið.
Men tað er ikki bara heiðurin, sum stendur upp á spæl. Umframt heiðurin er tað eisini ein billett til evropeiskan fótbólt, sum stendur upp á spæl, og akkurát har er støðan tann áhugaverda, at kappingin slett ikki stendur millum HB og Víking, sum eru í finaluni, men ímillum Víking og KÍ, sum slett ikki er við í steypakappingini longur.
Sum meistari hevur HB longu tryggjað sær evropeiska luttøku, og tí fær tað onga ávirkan í so máta, um HB vinnur greipuna í ár.
Tað hevur tað fyri Víking, tí tað er einasti vegur hjá felagnum út í Evropa næsta ár. Og har er støðan øgiliga einføld og greið, Víkingur skal vinna steypafinaluna fyri at koma út. Vinnur HB, so verður tað KÍ, sum gjørdist nummar trý í landskappingini, sum fær evropeiska plássið næsta ár.
Spurningurin er so, hvat tað blívur til.
Verður hugt eftir dystinum í dag, so er greitt, at HB var týðiliga omaná ímóti NSÍ, meðan tað var meira javnt millum Víking og B36 í Runavík í gjár. Og so skulu vit eisini hava í huga, at B36 spældi við tíggju ímóti 11 meginpartin av seinna hálvleiki.
Hvussu leikur fer í finaluni fáa vit at síggja næsta leygardag klokkan 16.
Víkingur-B36 2-1 (1-1)
22.: 0-1 Alex Mellemgaard, br.
25.: 1-1 Jákup Johansen
67.: 2-1 Ari Olsen
NSÍ-HB 1-3 (0-2)
08.: 0-1 Daniel Johansen
45.: 0-2 Adrian Justinussen
65.: 1-2 Klæmint A. Olsen
81.: 1-3 Daniel Johansen