Fótbóltur: Fáa nú somu løn sum menninir

Leikararnir á amerikanska kvinnulandsliðnum fáa nú somu løn sum amerikanska manslandsliðið

Sigurjón Einarsson
23. februar 2022 kl. 08:00

Leikararnir á amerikanska kvinnulandsliðnum í fótbólti fáa nú somu løn sum leikararnir á manslandsliðnum, tá landsliðsfótbóltur er á skránni. Amerikanska fótbóltssambandið og leikararnir gjørdu í gjár eina semju um hetta.

Landsliðsleikararnir hjá monnum fingu eina væl hægri løn enn kvinnurnar, fyri at spæla á landsliðnum, men nú er ójavnin burtur.

Tað skrivar New York Times.

Miðilin skrivar, at amerikanska fótbóltssambandið hevur goldið umleið 24 milliónir dollars til kvinnurnar, sum hava spælt fyri kvinnulandsliðið tey seinastu árini, fyri at rætta upp uppá lønarmunin.

Landsliðsstjørnurnar Alex Morgan og Megan Rapinoe vóru millum tær fimm kvinnurnar, ið spæla og hava spælt á kvinnulandsliðnum hjá USA, sum í 2016 løgdu sak ímóti amerikanska fótbóltssambandinum, tí tær mettu, at ójavnin – í mun til lønina, sum menninir fingu – var ov stórur. Og tað hevur amerikanska rættarskipanin nú givið teimum viðhald í.