Fótbóltur: Bruce uppsagdur í Newcastle

Hann hevur meira ella minni verið “dead man walking” síðan nýggju saudiarabisku eigararnir tóku yvir og gjørdu Newcastle til eitt av teimum heilt spennandi feløgunum fyri framtíðina. Men ikki fyrr enn hann hevði leitt dyst nummar 1.000

Sveinur Tróndarson
20. oktober 2021 kl. 11:45

Tað má hava verið ringast duldi loynidómur, at enska fótbóltsfelagið, Newcastle, skuldi hava nýggjan venjara.

Líka síðan tað fyrst í oktober kom fram, at ein saudiarabiskur íløgugrunnur hevði keypt partapeningin í Premier League-felagnum, Newcastle, hava søgurnar gingið um, at ein nýggjur venjari skuldi setast at leiða felagið.

Steve Bruce, sum í síni tíð var verjuleikari og liðskipari í Manchester United, var vigaður og funnin ov lættur av nýggju eigarunum, sum vilja hava ein “betri” venjara, ella í øllum førum ein kendari venjara til at standa fyri nýggja ríkmannafelagnum, tí ríkasta av øllum, siga útlendskir miðlar.

Og í dag komu tíðindini so á heimasíðuni hjá felagnum, at Steve Bruce er farin úr starvi.

Steve Bruce hevur verið venjari í Newcastle í tvey ár, og hann hevur klárað at hildið liðinum uppi í bestu ensku fótbóltsdeildini, um enn tað ikki hevur givið serliga góðar plaseringar.

Men nú felagið er yvirtikið av nokk tí størsta íløgugrunninum í heiminum, er hann ikki mettur at vera rætti maðurin at leiða liðið.