Fótbóltur 1. deild: Tað mesta er nú avgjørt

Tað hevur verið greitt eina tíð, at Skála flytur upp, og í dag gjørdist greitt, at FC Suðuroy má ta tungu gongd niður í 2. Deild saman við EB/Streymi, sum longu var farið. Nú er bara eftir at finna útav, um AB ella B71 skulu upp í Betri deildina saman við Skála, og kappingarneytarnir bresta saman í síðsta umfari

Sveinur Tróndarson
23. oktober 2021 kl. 18:29

Sandoyingar munnu í dag fegnast um javnleikin á Skála, sum var hann ein sigur.

Undan hesum umfarinum høvdu bæði AB og B71 40 stig, men málmunurin hjá AB er so nógv betri enn hann er hjá sandoyingum, at tapti B71 á Skála, so skuldu teir vinna við fimm málum á argjamonnum í seinasta umfari.

Tí var tað altavgerandi fyri sandoyingar at fáa okkurt heim við sær av Skála, sum longu var tryggjað. Bæði at vinna deildina og tí eisini uppflyting.

Og tað eydnaðist sandoyingum. Teir fingu eitt stig eftir at teir løgdu seg á odda tíðliga í dystinum, og so javnaðu skálamenn til seinast. Eftir dystarfrásøgnini hjá dystir.fo at døma, so var tað um reppið, at skálamenn fóru við øllum, tí teir høvdu ein stóran møguleika til allarseinast.

Men nú gjørdist úrslitið 1-1 og tí verður tað eitt satt brak av einum dysti, tá B71 tekur ímóti AB á Sandi í seinasta umfari næsta vikuskiftið.

Tí úrslitið av tí dystinum ger av, um tað verður AB, sum í løtuni er á triðja plássi við 43 stigum, ella B71, sum er á fjórða plássi við 41 stigum, sum flytur upp í Betri-deildina saman við Skála.

Í botninum er alt avgreitt eftir hetta umfarið.

FC Suðuroy hevði ein møguleika at bjarga sær, um teir vunnu – á AB, sum varð lítið sannlíkt – og B36 tapti móti HB. Tað seinna hendi, tí HB vann 4-1 á grannunum, men argjamenn vundu burtur úr FC Suðuroy, sum fór til hús aftur við einum 6-1 tapi.

Hesi úrslitini hava við sær, at FC Suðuroy flytur niður í 2. deild saman viðhinum felagsliðnum í deildini, EB/Streymi, og tað merkir, at B36-leikararnir nú kunnu spæla heilt frítt í seinasta umfari, tí teir enda sum nummar átta í deildini. HB er nú nummar fimm og har á leið verða teir liggjandi. Teir kunnu missa eitt pláss, um teir tapa ímóti KÍ í seinasta umfari og NSÍ vinnur á B36.

Í hinum báðum dystunum vunnu klaksvíkingar 4-0 á útivølli móti EB/Streymi, sum longu var farið niður, og í Runavík vann Víkingur 3-0 á NSÍ

Dystir í dag:

Skála-B71 1-1 (0-1)
08.: 0-1 Brian Okpala
87.: 1-1 Niels Pauli Danielsen, br.

AB-FC Suðuroy 6-1 (3-0)
14.: 1-0 Símin Hansen, br.
35.: 2-0 Ardit Murati
43.: 3-0 Símin Hansen
49.: 4-0 Símin Hansen
88.: 5-0 Ardit Murati
90.: 6-0 Sørin Samuelsen
91.: 6-1 Alexander Kilgour

B36-HB 1-4 (1-3)
09.: 0-1 Gilli Róason
13.: 1-1 Teitur Berg, sjm.
23.: 1-2 Lukas Giessing
32.: 1-3 Áki Samuelsen
84.: 1-4 Jógvan Ósá

EB/Streymur-KÍ 0-4 (0-2)
21.: 0-1 Óli Poulsen
40.: 0-2 Olaf Hansen
70.: 0-3 Boris Dosljak
91.: 0-4 Dávid Biskopstø Andreasen

NSÍ-Víkingur 0-3 (0-2)
04.: 0-1 Magnus Jarnskor
46.: 0-2 Signar á Brúnni
86.: 0-3 Bergur Poulsen

Støðan í deildini - eftir 26 umfør (27):

Skála 50 stig
Víkingur 43 stig
AB 43 stig
B71 41 stig
HB 38 stig
NSÍ 37 stig
KÍ 33 stig
B36 30 stig
FC Suðuroy 26 stig
EB/Streymur 25 stig