– Eg haldi at ráðstevnan eydnaðist væl, og at allir luttakararnir fingu væl burturúr. So samanumtikið eru vit sera væl nøgd, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.
Um vikuskiftið skipaði FSF fyri árligu ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt. Og sigast má, at undirtøkan fyri ráðstevnuni aftur í ár var góð. Omanfyri 100 venjarar luttóku, og tað er met, síðani fyrstu ráðstevnuna, sum var í 2017.
Á skránni vóru áhugaverdar framløgur og venjingar, har serligur dentur var lagdur á menningina og venjing av børnum og ungum.
Gestur hesaferð var ein av undangongumonnunum innan barna- og ungdómsfótbólt í Belgia, Kris Van Der Haegen. Umframt at standa á odda fyri belgisku venjaraútbúgvingini, er Kris eisini hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, og hann arbeiðir eisini sum undirvísari hjá UEFA.
– Endamálið við ráðstevnuni er at geva teimum, ið arbeiða innan ungdómsfótbóltin í Føroyum, íblástur til eitt nýtt kappingarár. Samstundis er týdningarmikið, at vit hyggja nærri at tí, ið fyriferst í øðrum londum, og tað haldi eg kom væl til sjóndar aftur í ár, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.