Fótbóltslandsliðið við kvinnum nýggjan hjálparvenjara
Svenn Olsen verður nýggjur undir liðini á landsliðsvenjaranum Lene B. Terp. Hann avloysir Christian Høgna Jacobsen
Jákup Bogi Joensen
28. januar 2022 kl. 10:45
Svenn Olsen hevur A- venjara prógvið hjá UEFA og hevur royndir sum høvuðs- og hjálparvenjari í føroyskum fótbólti, bæði hjá kvinnum og monnum.
– Uppgávan at lyfta og menna føroyskan kvinnufótbólt og fótbólt yvirhøvur er stór, og eg eri glaður fyri at kunna vera við á tí ferðini. A-landsliðið hjá kvinnum er eisini í menning, sigur Svenn Olsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Fyrsta venjingin hjá nýggja hjálparvenjaranum verður longu mánakvøldið.
Landsliðið fer í februar á venjingarlegu í Marbella. Legan er liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar seinni í ár.