Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, sum í felag skipa fyri stórsteypadystinum.
Ágóðin fer á hvørjum ári óskerdur til vælgerandi endamál, og í ár verður ágóðin latin Epilepsifelag Føroya.
Forkvinnan í Epilepsifelagnum, Randfríð Sørensen, er takksom og fegnast um stuðulin.
- Vit eru eitt felag uttan stórvegis inntøkur, so hetta kemur væl við hjá okkum. Vit liva av limagjaldi og eini lítlari árligari pulju frá Megd, so at onkur hugsar um okkum upp á henda mátan, eru vit sera takksom fyri, sigur hon.
Stórsteypadysturin millum KÍ og NSÍ verður á Tórsvølli leygardagin klokan 17.00.