Tað kann gott vera, at vegurin hjá dønum víðari úr bólkaumfarinum verður tungur, nú tað í fyrsta umfari ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku ímóti Slovenia, sum Danmark var mett at vera favorittur ímóti.
Úrslitið var 1-1, eftir at Danmark í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0.
Danskur málskjútti var Christian Eriksen. At hann var málskjútti er søga, sum longu er farin kring allan heimin. Tað var í fyrsta EM dystinum fyri trimum árum síðani, sum var ímóti Finnlandi í Parkini í Keypmannahavn, at Christian Eriksen var raktur av hjartasteðgi og ikki spældi meiri í tí kappingini, og í kvøld var hann – 1100 dagar seinni – málskjútti í nýggjum EM endaspæli.
Christian Eriksen skoraði, tá ið eitt stórt korter var farið, og Danmark hevði leingi fatur á rætta endanum, og í seinna hálvleiki vóru tað møguleikar at økja um leiðsluna.
Men so var tað sum um, at orkan gekk undan hjá dønum. Slovenararnir fótaðu sær av álvara, og teir spældu seg til nógvar málmøguleikar. Tað kendist sum um, at spurningurin bara var um tíð, áðrenn slovenarar fóru at javna.
Í 77. minutti brast bólturin í stólpan aftanfyri Kasper Schmeichel, og so var tað í sama minutti, at tað varð javnt. Erik Janza royndi seg við langskoti, og tá ið bólturin tók í Morten Hjulmand, hevði Kasper Schmeicehl ongan møguleika at bjarga.
Síðstu løtuna vóru tað møguleikar í báðum endum, men tað endaði 1-1, og tað er vónbrot í donsku leguni. Venjarin Kasper Hjulmand er ikki nøgdur við úrslitið:
-Í fyrra hálvleiki spældu vit heilt væl, og fyrstu løtuna eftir steðgin var tað eisini gott. So var tað, at vit vóru órógvaðir, tí tað ikki gekk so væl, og teir javnaðu.
Næsti dysturin hjá Danmark verður hósdagin. Tá verður England mótstøðuliðið.