Eysturoy hevur gjøgnum nógv ár verið við til at framleitt góðar tónleikarar og tónleikarabólkar, og í annaðkvøld verður høvið at hoyra tveir lutfalsliga nýggjar og spennandi bólkar úr oynni: Feliks og Jassarnar, ið eru tveir rættiliga ymiskir bólkar, ið spæla ymiskan tónleik.
-Á konsertini kunnu fólk hoyra, hvat ið er ávegis, og hvat vit kunnu koma at síggja meira av í framtíðini. Hetta er ein konsert við spildurnýggjum tónleiki, ið er skrivaður og framførdur av ungum og blaðungum tónleikarum, greiða fyriskipararnir frá.
Bólkurin Feliks er mannaður av ungu og frísku monnunum Dáva á Reynatrøð, Høgna Jógvanssyni og Sunnvari Gregersen Hansen. Bólkurin leggur seg eftir altíð at spæla og syngja upplyftandi popptónleik, tí – sum bólkalimirnir søgdu í sendingini Lyst herfyri – so skal tað fram um alt vera stuttligt og hugnaligt at jamma saman. Løgini á teirra nýggju EP eru øll elektronisk, men framførslan í Tøting verður akkustisk við sangi, klaveri og tveimum gittarum.
Bólkurin Jassarnir er ein bólkur við ungari manning, tí allir limirnir ganga í 7. flokki í skúlanum við Løkin og eita Áron Poulsen, Leivur Lassen, Beinir Grønagarð og Rókur Troest Rasmussen. Teir spæla serliga rokkut tøkuløg, umframt at teir hava givið sítt fyrsta staklag út, ið eitur Livin’ Through a Beat.
Samskipararnir vísa á, at í hesum døgum er tónleikakappingin Sement á skránni, har ið fleiri nýggir bólkar eru at hoyra. Feliks og Jassarnir eru ikki umboðaði í Sement. Fyriskipararnir greiða soleiðis frá:
-Føroyski tónleikapallurin er vælsignaður av nógvum og ymiskum tónleiki, og spírarnir eru nógvir.
Aftanfyri mikspultin hetta kvøldið verður Hans Poulsen.