Sum vit skrivaðu á midnátt í gjárkvøldið, fóru fimm stórir bussar til Suðuroyar í gjárkvøldið við tí endamáli at fylla tangarnar.
Í nógvar dagar hevur tað bara verið hjá Effo í Suðuroy at bensin og diesel hevur verið at fáa og av tí sama hava heilt nógvir nógvir bilar verið við Smyrli til Suðuroyar at fylla tangan.
Men í gjárkvøldið bar av tí tá fóru fimm stórir bussar við Smyrli til Suðuroyar at fylla tangarnar og so skuldu teir norður aftur í morgun at koyra við ferðafólki.
Smyril hevur fingið undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli til at sigla við ferðafólki og bilum.
Men á midnátt vórðu umstøðurnar brádliga broyttar við tað, at arbeiðarafeløgini herdu treytirnar fyri at siglingina við Smyrli. Í hesum sambandi varð undantaksloyvi broytt til, at stórir bussar, og stórir bilar annars, sleppa ikki við Smyrli uttan at teir høvdu fingið eitt serligt undantaksloyvi.
Tað merkir, at bilar yvir sjey metrar skulu hava undantaksloyvi, men hetta er kortini ikki galdandi fyri brandbilar og onnur neyðsendarakfør.
Men avleiðingin av tí var, at bussarnir, sum fóru til Suðuroyar í gjárkvøldið, sluppu ikki norður aftur í morgun, tí teir fingu ikki undantaksloyvi frá Arbeiðarafeløgunum
Sum myndin frá Landsverki vísur, standa teir enn á Krambatanga, tí arbeiðarafeløgini í verkfalli hava tátta í og vilja ikki geva undantaksloyvi longur, uttan í heilt serligum førum.