Forsetavalið 2020: Undirtøkan er longu metstór

Amerikanska valið er byrjað og hesaferð hava so nógv valt áðrenn sjálvan valdagin, at tað svarar til umleið 73 prosent av øllum teimum, sum valdu við seinasta val

Sveinur Tróndarson
3. november 2020 kl. 12:31

Tað er stórur spenningur í dag.

Orsøkin er sjálvandi, at amerikanarar í dag velja nýggjan forseta – ella tann sama at halda fram næstu fýra árini.

Stríðshanarnir, sitandi forsetin, Donald Trump, og avbjóðarin, Joe Biden, hava nú gjørt tað, sum gerast kann, og nú er tað upp til veljararnar at gera av, hvør skal stýra USA næstu fýra árini. Tann 74 ára gamli Donald John Trump, sum vann valið í 2016, ella tann 77 ára gamli Joseph Robinette Biden Junior, sum var varaforseti hjá Barack Obama, sum sat frá 2008 til 2016.

Og valstríðið til hetta valið hevur verið hart – og eisini ófantaligt við nógvum ákoyringum um alt ímillum himmal og jørð.

Valið er ikki bara spennandi fyri amerikanarar, tí valið í USA er viðkomandi fyri allan heimin, tí her er talan um heimsins sterkasta land.

Seinastu fýra árini hava, um vit siga tað milt, verið øðrvísi enn tey vanliga hava verið, tí sitandi forseti hevur ikki verið sum forsetar vanliga eru. Um tað er gott ella ringt, valdast eygað sum sær, og tað fara vit ikki inn á í hesum umfarinum.

Stríðið um valið – og um valdið – hevur eisini snúð seg um tað, sum amerikanarar kallað “Early voting”. Tað er tað, sum vit kalla fyri brævatkvøður, men í USA umfatar tað ikki bara brævatkvøður. Har ber nevniliga eisini til at møta upp persónliga og greiða atkvøðu.

Donald Trump hevur seinasta árið koyrt ógvuliga hart ímóti “brævatkvøðunum”. Hann hevur kallað tær órættvísar og annað mangt, og hevur róð framundir at tær ikki skulu telja við.

Tí var kanska roknað við at talið av atkvøðum fór at lækka, men tað gjørdist ikki úrslitið, tí nú valdagurin byrjaði, høvdu 100 milliónir amerikanarar longu valt. Tað svarar til 73 prosent av samlaða talinum av atkvøðunum við seinasta val.

Í 2016 valdu 137 milliónir amerikanarar, og við stóru undirtøkuni at velja áðrenn valið er ikki óhugsandi, ja, tað er kanska beinleiðis væntandi, at talan í dag verður um methøga valluttøku.

Hvussu úrslitið verður, veit sjálvandi eingin, um enn gitingarnar, sum vanligt, eru nógvar.

Tann kendasti, sum plagar at spáa um valúrslitið, er Nate Silver, sum eigur heimasíðuna fivethirtyeight.com, og sambært honum er eingin ivi. Skipanin, sum hann brúkar, hevur gjørt 40.000 simuleringar av valinum, og úrslitið av tí var, at Biden vann í 90 prosent av koyringunum. Tí er forsøgnin hjá Nate Silver, at Biden fer at vinna.

Men munurin millum stórsigur og ein øgiliga javnan dyst er lítil, skrivar Nate Silver áheimasíðuni.