“Forsetaval” í Turkmenistan í dag

Berdymukhamedov takkar fyri seg sum forseti í Turkmenistan. Nýggjur forseti verður Berdymukhamedov

Stjórnarfundur millum Gurbanguly Berdymukhamedov og Vladimir Putin í Socchi í Russlandi, har russiski forsetin fekk ein turkmeniskan hund í gávu. (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
12. mars 2022 kl. 17:06

Turkmenistan fær ein nýggjan forseta í dag, 12. mars. Men hann fer framhaldandi at eita Berdymukhamedov.

Núverandi forseti í Turkmenistan, Gurbanguly Berdymukhamedov, kunngjørdi tann 11. Februar í tjóðartinginum, at hann ætlaði sær úr embætinum.

Tað skrivar miðilin, Eurasianet.

– Sum tit vita, so gjørdist eg fyri tveimum árum síðan eins gamal sum Muhammed náddi at liva her á foldum, og nú er tíðin búgvin til, at nýggjar og ungar kreftir sleppa framat at leiða landið. Ein leiðari, sum hava fingið uppaling í einum góðum andaligum umhvørvi og í samsvar við krevjandi tørvin á okkara døgum, verður 64 ára gamli Berdymukhamedov siteraður fyri at hava sagt.

Tí heitti hann á tjóðartingið, at eitt forsetaval varð sett á skrá í dag, 12. mars.

14. februar – dagin fyri, at valstríðið formliga skuldi byrja – einmælt samtykti fundarfólkið hjá demokratiska flokkinum í landinum, at tilnevna 40 ára gamla sonin hjá Gurbanguly Berdymukhamedov, Serdar Berdymuk, sum teirra valevni til forsetavalið.

Tað eru níggju valevni til forsetavalið í dag, og útlendskir miðlar skriva, at tað skal nógv ganga galið, um nýggi forsetin í Turkmenistan tey komandi fimm árini eisini eitur Berdymukhamedov.

Gurbanguly Berdymukhamedov hevur verið forseti síðan 2006, og er kendur fyri at vera eitt sindur karismatiskur. Hann hevur, meðan hann hevur sitið við valdið, gjørt tað ólógligt at eiga alt annað enn hvítar bilar, steðga innflutningi av bikini, stuttbuksur og at kvinnur koyra bil – hetta síðsta, tí hann helt, at tað vóru í so nógv ferðsluóhapp hend, síðan alsamt fleiri kvinnur í landinum høvdu fingið koyrikort.

Eisini er Gurbanguly Berdymukhamedov kendur fyri at elska hestar og hundar. Hundar prýða eisini sum standmyndir kring alt landið.

Her hevur kendi bretski skemtarin John Oliver gjørt eitt 20 minuttir langt videobrot um fráfarandi forsetan í Turkmenistan: