Forsætisráðharrin í Nýsælandi leggur frá sær 7. februar
Nýsælendski forsætisráðharrin, Jacinda Ardern, sigur seg úr embætinum 7. februar
Ragnar Sjúrðarson
19. januar 2023 kl. 14:51
Jacinda Ardern leggur frá sær og gevst í politikki. Hetta skrivar Ritzau.
Ardern upplýsir, at hon leingi hevur umhugsað støðuna, men er nú komin til eina niðurstøðu.
- Tú skalt ikki hava hetta arbeiðið, uttan so at tú hevur fullan tanga og eitt sindur eyka til óvæntaðar avbjóðingar, sigur Jacinda Ardern.
Tann 42 ára gamli labour politikarin sigur eisini, at avgerðin er tikin út frá tí stóru ábyrgdini tað er, at vera forsætisráðharri í Nýsælandi.
14. oktober er val í Nýsælandi. Ardern trýr, at Labour kann endurvinna valdið uttan hana.
Ardern hevur verið forsætisráðharri síðan 2017. Hon bleiv serliga kend fyri hennara handfaring av koronufarsóttini.