Forsætisráðharrin í Kambodja fer frá eftir sløk fýra áratíggju – sonurin tekur yvir
Atfinningarsamar røddir kalla valið fyri humbuk og svik
Ragnar Sjúrðarson
26. juli 2023 kl. 10:33
Forsætisráðharrin í Kambodja, Hun Sen, fer frá eftir næstan 40 ár í sessinum.
Tað skrivar tíðindastovan AP
70 ára gamli leiðarin boðar frá síni fráferð, stutt eftir at hann kunngjørdi sín valsigur sunnudagin.
- Eg vóni at fólk skilja meg, tá eg kunngerði, at eg ikki haldi fram sum forsætisráðharri, sigur hann við kringvarpið í Kambodja.
Hann letur nú sessin víðari til elsta son sín, Hun Manet, sum í løtuni er leiðari av herinum í Kambodja. Hun Manet bleiv valdur til lóggávutingið í valinum sunnudagin.
Atfinningarsamar røddir kalla valið fyri humbuk og svik, tí har er ongin veruligur og sterkur andstøðuflokkur, skrivar BBC.