Føroyskur tónleikari er við í stóru jólasendingini hjá danska kringvarpinum

Hetta hevur verið hendingaríkt hjá unga tónleikaranum, Beini Troest

Áki Bertholdsen
10. desember 2024 kl. 07:51

Beinir Troest, ella Beinir, sum hann kallar seg sum tónleikara, er júst liðugur við eina væleydnaða konsertferð í Danmark, Týsklandi og Føroyum, har hann bæði hevur spælt einsamallur á palli, og við bólki.

Hann sigur í tíðindaskrivi, at hetta hevur verið hendingaríkt ár hjá honum og í heyst gav hann eisini plátuna, Greener, út, umframt at hann somuleiðis hevur sungið í sendingini, Vild Med Dans, hjá danska TV2, og fleiri øðrum sjónvarpssendingum.

Og hetta góða tónleikaárið hjá Beini endar leygarkvøldið í stóru jólasendingini hjá danska kringvarpinum, sum eitur DR’s Store Juleshow.

Leygardagin var Beinir ein av 14 meiri og minni kendum sangarum, ið sungu kendar jólaklassikarar saman við symfoniorkestri og kóri hjá Danmarks Radio í DR’s Store Juleshow.

Tvær jólakonsertir vóru í konserthúsinum hjá danska kringvarpinum og tilsamans vóru eini 3000 fólk og lurtaðu. Tann seinna konsertin varð tikin upp og tað er hon, sum verður send leygarkvøldið.

Aðrir tónleikarar, sum syngja og spæla á konsertini, eru Ida Corr, Pernille Rosendahl, brøðrurnir í Jonah Blacksmith og danski Grand Prix-vinnarin í ár, Saba,