- Tað var poppur. Tað var party. Tað var ikki Pepsi, men tað var Sisu og sexy, søgdu dómararnir í undanumfarinum, tá High Moon vann sær víðari luttøku úr undanumfarinum í árligu Sement-kappingini til sjálva finaluna, har bólkurin gjørdist samanlagt gjørdist nummar trý.
Tey, ið vóru stødd í Reinsaríínum til endanumfarið í Sement-kappingini, upplivdu eina gandakenda løtu, tá High Moon fyri fyrstu ferð framførdi alment, tí løtan kendist eins og dómararnir skrivaðu tað, tí tað var glaður poppur og party, sum áhoyrararnir fingu borðreitt TA kvøldið.
Í dag gevur High Moon sítt fyrsta staklag út, sum nevnist “My Place”. Staklagið er upbeat poppsangur við høgari orku, ið beinavegin gevur tær kensluna av summari, romantikki, kærleika og spenning, skrivar bólkurin í einum tíðindaskrivi.
My Place er tikið upp í studio hølinum hjá Marius Ziska í Søldafirði - á summri í 2019.
Lagið er framleitt í samstarvið við Marius Ziska og Esben Svane. Esben Svane hevur miksað og Hans Poulsen hevur mastrað.
Teir, ið manna bólkin eru:
Bárður Petersen: Sang
Oddur Joensen: Gittar
Eyðun Ranason Nolsøe: Gittar
Vinjar Egilsnes Petersen: Keys
Sámal Mikal Johannesen: Bass
Harald Fonsdal Johannesen: Slagverk
Eyðtór á Dalbø Gregersen: Trummur
High Moon er ein modernaður bólkur, ið spælir upbeat synthpopp við stórari ávirkan frá 80-ara tónleiki. Synthpoppur er ein sjangra, ið eg eri meira opin fyri vegna mín uppvøkstur í glaðu 80-unum.
Tá synthpoppur eydnast, so er tað sum at fáa candyfloss á tivoliøkinum (heilsan Sigurjón, fimm ár) og tú fært hug at dansa, hóast evnini at dansa eru út av lagi vánalig. Men tað er tað, ið hendir, tá eg hoyri tónleikin hjá High Moon, og tí er tað eitt sindur spell, at bólkurin einans gevur eitt staklag út í dag, tí eg vil hoyra meira.
Hetta er eitt útvarpshitt, og hetta er ein deiliga funkutur sangur. Framleiðslan er øgiliga klár, og uttan tað óneyðuga roksi, sum ofta sníkir seg inn í synthpopp á okkara døgum.
Samlað sæð eru nógvir menningarmøguleikar við tónleikabólkinum, men tað velst um, um bólkurin hevur fleiri sangir liggjandi inni. Eg vóni tað, tí løgini, sum vórðu framførd í Sement-kappingini, hava góðar møguleikar fyri bólkin at gera seg galdandi.
Lagið verður bert útgivið talgilt á Spotify og Apple Music.