Føroyskur ræðufilmur verður tikin upp í hesum døgum

Upptøkurnar byrja í dag og halda fram næstu seks vikurnar ymsastaðni í landinum

Ragnar Sjúrðarson
7. august 2024 kl. 10:25

Upptøkurnar til ein nýggjan føroyskan spælifilm verða gjørdar í hesum døgum.

Talan er um ein ræðufilm, sum gongur fyri seg í einari lítlari føroyskari bygd í 1800 talinum, segði Jón hammer, sum er framleiðari, við Dag og Viku í gjárskvøldi.

Umleið 40 statistar skulu luttaka í framleiðsluni av upptøkunum.

Nakrir av føroysku leikarunum eru Jegor Venned, Sofia Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen og Búi Egason Dam. Afturat teimum er ein danskur høvuðsleikari við, men hann verður fyrst kunngjørdur í næstu viku, segði Jón Hammer.

Ætlanin er at filmurin verður frumsýndur á sumri 2025.