Føroyskur matstovuleiðari fær stóra viðurkenning

At veita eina góða tænastu er hansara stóra drívkraft

Jonhard Hammer
31. oktober 2024 kl. 16:15

Jan Restorff úr Havn, sum er matstovuleiðari á kendu donsku matstovuni, Søllerød Kro, hevur nú fingið eina stóra viðurkenning.

Matstovan sigur á Facebook, at hann er nevniliga upptikin í Hall of Fame hjá Den Danske Spiseguide.

Søllerød Kro er ein av teimum kendastu matstovunum í Danmark og har siga tey, at tað er nettupp tað, at veita eina góða tænastu, sum er tann heilt stóra drívmegin hjá Jan Restorff.