Væl kendi føroyski leikstjórin Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var heilt ungur. Sum tannáringur framleiddi hann fleiri stuttfilmar og filmsbrot til stuttleikar. Seinni hevur hann leikstjórnað stuttfilmar sum “Stina Karina”, “Det Mand Ikke Taler Om”og mangir aðrir.
Hann hevur gjøgnum fleiri ár vunnið føroysku filmsvirðislønina Geytin fyri ymiskar verkætlanir. Síðsta ár fekk hann sítt heilt stóra gjøgnumbrot í Danmark og aðrastaðni við stuttfilminum “Ikki illa meint”, ið vann eina Robert virðisløn fyri besta danska stuttfilm. Eisini skrivaði stuttfilmurin føroyska søgu, tá ið hann vann virðisløn á stóra festivalinum í Frankaríkið, ið verður róptur Cannes De Festival. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at ein føroyingur bæði hevur verið tilnevndur og vunnið nakað á stevnuni.
Andrias Høgenni er ein av teimum størstu føroysku leikstjórunum, um ikki tann størsti. Hann er ein stór orsøk til blómandi filmsvinnuna í Føroyum. Somuleiðis hevur hann víst umheiminum, at føroyingar duga at gera film. Nú tekur hann stigið víðari, og er farin undir at gera nýggja ungdómsrøð fyri DR. Røðin hevur eina fíggjarætlan á 7 milliónir krónur.
Byrjaði sum eitt hugskot til ein stuttfilm
Andrias greiðir frá, at alt byrjaði fyri 3 árum síðani, tá ið hann skuldi leggja fram hugskot um ein møguligan stuttfilm á einari stevnu í Grimstad í Norra. Til staðar varð ein framleiðari, ið bleiv púra bergtikin av hugskotinum. Seinni fekk hon starv á dramadeildini hjá DR, og setti seg í samband við hann, og spurdi um hugskotið møguliga kundi mennast til eina sjónvarpssrøð.
Snýr seg um ung og hvussu trupul kærleikin kann verða
“Eg ynski at fortelja eina kærleikssøgu um, hvussu trupul kærleikin kann verða,” sigur Andrias avgjørdur. Hann greiður síðani frá, at røðin snýr seg um eitt ungt par, ið fer ígjøgnum fyrstu stóru kreppuna í teirra parlagi, og hvussu hetta ávirkar tey.
Fýra føroyskir leikarar verða at síggja
Andrias heldur tað verða týdningarmikið, at geva føroyingum eina listarliga rødd í umheiminum. Orsaka av hesum, verða fýra føroyskir leikarar at síggja á skerminum. Teir eru Beinta Clothier, Sissal Drews Hjaltalin, Armgarð Mortensen og Klæmint Klakk.
Hann greiður síðani frá, at sjálvt um talan er um eina danska røð, er ein partur av dialoginum á føroyskum. Høvuðsleikararnir eru tó danskir. Talan er um Ane Stensgaard Juul og William Halken, ið áður hava verið partur av “Far til fire”-filmunum og DR-røðini “Herrens vej”.
“Hetta er størsta verkætlanin eg nakrantíð havi verið partur av”
Andrias sigur seg verða spentan men samtíðis eisini óttafullan, tí at hetta er ein so stór verkætlan og ábyrgd. “Hetta er størsta verkætlanin, eg nakrantíð havi verið partur av”, sigur hann lágmæltur.
Tað hevur verið og er ein drúgv framleiðsla. Røðin bleiv góðkend av DR fyri 1 árið síðani. Andrias hevur síðani tá havt fulltíðarstarv á DR og arbeitt nágreiniliga við røðini. Hann greiður frá, at tey eru um at verða til reiðar at taka upp. Upptøkurnar byrja í septembur og verða 7 vikur fram.
Ungdómsrøðin verður í 10 pørtum á 20 minuttir, ið kemur út á DRTV í endanum av desembur mánaði í ár.