Føroyskur ítróttur er í rúkandi menning. Tað staðfestir Ítróttarsamband Føroya, ÍSF, nú tey eru liðug at skráseta øll ítróttafeløg í landinum.
ÍSF sigur í tíðindaskrivi, at hesi seinastu tvey árini hava vit fingið heili 22 nýggj ítróttarfeløg afturat kring landið.
– Tað er sera gleðiligt, at vit hava so nógv og góð fólk kring alt landið, sum taka stig til at skipa ítrótt fyri øll, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.
Virksemið økist alla tíðina og tilboðini verða fleiri. Og tað sigur seg sjálvt, at jú fleiri feløg eru, jú størri er møguleika eisini at fáa øll við at íðka ítrótt, sigur ÍSF forsetin.
Hon sigur, at nettupp tað, at fáa øll at íðla ítrótt, er endamálið hjá ÍSF. Vit vita nevniliga, at góðir og væl skipaðir felagsskapir, halda børnum og ungum frá at fara ymsar leiðar, vit ikki vilja hava tey at fara, leggur Elin H. Joensen afturat.
Hartil koma heilsuligu og sosialu fyrimunirnir sum eru við at vera í einum ítróttafelagi.
Tilsamans eru nú 164 ítróttafeløg innan 26 ymsar ítróttagreinar, skrásett í Føroyum. Eisini eru tvey nýggj menningarsambond stovnað í ÍSF, og her er talan um sambandið við Klintring, og sambandið fyri Pool.