Føroyski høvundurin, Bárður Oskarsson hevur nú fingið The White Ravens heiðursmerki í ár fyri myndabókina Bob.
Bókadeild Føroya Lærarafelag sigur í tíðindaskrivi, at The White Ravens er eitt úrval av altjóða dygdargóðum barnabókmentum og ungdómsbókmentum.
Hvørt ár velur Internationale Jugendbibliotek einar 200 merkisverdar nýggjar barnabøkur og ungdómsbøkur. Í ár eru 216 bøkurnar úr 62 londum valdar, og tær eru á 44 málum - og hesa ferð er myndabókin, Bob, hjá Bárði Oskarsson í rúgvuni.
Myndabókin, Bob, er um kaninina, Bob, sum leitar eftir teirri heilt røttu gularótini. Tað er ikki lætt at velja ta heilt røttu í handlinum, gularótin skal hava júst tann rætta ljósa appilsingula litin.
Men Bob finnur júst ta røttu og fer við bussinum heim - men gloymir gularótina eftir í bussinum! Men so kemur hundurin Hilbert fram við, og kanska alt fer at laga seg.
The White Ravens-nevndin sigur um Bárð Oskarsson, at hann er ein meistari at tekna minimalistisk andlitbrá og skriva beinraknar setningar. Hansara stuttu søgur um kaninina og hundin tykjast einfaldar, men hava í veruleikanum bæði ein brodd, eitt tvist og heimspekiliga grundan.
Hetta er fimtu ferð, Bárður Oskarsson fær The White Raven-heiðurslønina. Hann hevur áður fingið hana í 2006 fyri Ein hundur, ein ketta og ein mús. Í 2013 fekk hann heiðursløn fyri Stríðið um tað góða grasið, í 2016 fekk hann hana fyri Wilbert, í 2018 fekk hann virðislønina fyri Træið og nú fekk hann hana fyri Bob.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Bob út á vári 2024. Bob er longu útgivin í Danmark og fekk frálík ummæli í Weekendavisen, og aðrastaðni, sigur Bókadeildin. Tey siga, at rættindini til Bob eru seld til USA, og áhugi er eisini úr fleiri øðrum londum.