Føroyskur heimildarfilmur er tilnevndur hjá CPH:DOX: "Eg helt ikki, at hetta kundi henda"

Tina Wagner, leiðari í Filmshúsinum, er fegin um tilnevningina: “CPH:DOX er næst størsti festivalurin fyri heimildarfilmar. Tað er fyrsti ferð, at ein føroyskur heimildarfilmur er komin inn á ein A-festival”

Katrin Joensen-Næs
18. mars 2021 kl. 14:00

Heimildarfilmurin Skál er tilnevndur í høvuðskappingini hjá CPH:DOX og til áskoðaravirðislønina hjá Politiken. Heimildarfilmurin verður frumsýndur 24 apríl í 2021.

Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur leikstjórnað filmin saman við samleikstjóra Cecilie Debell, og fekk í morgun boðini um, at Skál er tilnevndur.

- Eg havi tað ræðuliga vilt beint nú. Eg havi slett ikki kunnað etið mín morgunmat í morgun, tí telefonin hevur vibrerað so nógv. Fólk hava ringt og skriva. Eg helt ikki ordiliga, at hetta kundi henda. Eg helt ikki, at tað var møguligt, sigur leikstjórin. 

Filmsfestivalar verða mettir um, og teir við hægsti metingini gerast A festivalar. CPH:DOX er ein av teimum fáu A-festivalunum í heiminum, og hann svarar til Cannes og Sundance, ið eru A-festivalar fyri fiktiónsfilmar.

Tina Wagner, leiðari í Filmshúsinum, er fegin um tilnevningina.

- Einasti festivalurin fyri heimildarfilmar, ið er størri enn CPH:DOX, er IDFA. CPH:DOX er tískil tann næst størsti í heiminum. Hetta er kempi stórt. Tað er fyrsti ferð, at ein føroyskur heimildarfilmur er komin inn á ein A-festival yvirhøvur, sigur Tina Wagner, leiðari í Filmshúsinum. 

Føðingin

Á CPH:DOX stendur soleiðis um filmin: “Old Christian faith is entering new times in the Faroe Islands where two female friends stage their own youth revolt while respecting tradition.”

Marjun Drós Tausen Poulsen, Dania Tausen og Trygvi Danielsen, ið er sjeikur hjá Daniu, eru høvuðsleiklutir í filminum.

- Ungdómsfilmar í Føroyum eru ikki nógvar av, og eg havi saknað, at sæð meg sjálva umboðaða á føroyska løriftinum. Nú føli eg, at vit endiliga kunnu vísa verðina, hvussu tað er at vera vit í minsta landinum í verðini, greiðir Maria frá.

Filmurin kom til lívs gjøgnum Norddok, sum hevur til endamál at styrkja og skapa kunnleika um danska ríkisfelagsskapin. Í 2019 var ein pulja á 10 mió. kr. á fyrsta sinni og higartil einasta sinni settar av til dokumentar og sjónvarpsframleiðslur í Grønlandi, Føroyum og Danmark við einum serstøkum sjónarmiði. Norddok avtalan var gjørd millum donsku forsætisráðstovuna og føroyska og grønlendska landsstýrið. Talan var um eina játtan á 8 mió. kr. á donsku fíggjarlógini og 2 mió. kr. afturat av avlopi frá loyvisgjøldum. Og hevur føroyskur heimildarfilmur nú fingið góðan stuðul frá hesum átaki.

Maria fekk stuðul í 2019, og hevur arbeitt fullatíð við filminum síðani. 

- Tað hava verið 2 góð, stríggin, lærurík, hørð og stuttlig ár í samstarvi við dugnaligastu og vakrastu menniskjunum, og endiliga skumpa vit okkara lítla baby úr reiðrinum, sigur Maria.

- Hetta er eitt stórt vindeyga inn til føroyskan film. Ímynda tær, hvussu nógv koma at síggja filmin á festivalinum. Og tá filmurin er úttikin til CPH:DOX, so fær hann eisini eitt gott lív á aðrar festivalar. Vit hava tí góðar vónir um hendan filmin og trúgva, at hann kann fáa eitt gott lív úti í heiminum, leggur Tina Wagner afturat.