Í august byrjar ein nýggjur filmsskúli í Føroyum. Skúlagongdin er í eitt ár, og alt er púra ókeypis.
Skúlin eitur Flogfisk, og endamálið er at hjálpa ungum filmsáhugaðum at gera teirra egnu filmar. Næmingarnir fáa dugnaligar lærarar innan leikstjórn, klipping, upptøku, leikrit, ljóð og framleiðslu. Næmingarnir fara eisini at læra um casting, har teir skulu finna røttu leikararnar til akkurát teirra film.
Undirvísingin fer fram í Ostahúsinum, har Klippfisk hevur høli. Har er biografur, klippiútgerð, professionel kamera og ljósútgerð. Við øðrum orðum, so fáa næmingarnir allan pakkan.
Næmingarnir gera tveir stuttfilmar gjøgnum árið, har endaligi filmurin verður vístur í biografi.
Komandi fríggjadag 21. juni, kl 16:00 verður opið hús í Ostahúsinum, har til ber at fáa alla kunning um skúlan.
Umsóknarfreistin er 1. august
Til ber longu nú at søkja inná skúlan. Tað ger ein við at senda teldupost til klippfisk@klippfisk.fo, har ein upplýsir navn, føðingardag, teldupost og telefonnummar. Harumframt skalt ein greiða frá hvørjar royndir ein hevur innan film, og hví ein vil læra at gera film. Eggjað verður eisini til, at senda leinkjur til filmsframleiðslur, sum ein hevur verið partur av.
Seinasta freist at tekna seg er 1. august. Um ein hevur spurningar, ber til at senda ein teldupost til klippfisk@klippfisk.fo
Tað eru Anton Petersen og Gorm Just, sum eru menninir handan skúlan, sum hevur íblástur frá Super 8 og Super 16 í Danmark.