Føroyskur familjufagnaður í Hafnafirði

Eina løtu sá tað út til, at tað ikki fór at eydnast at vinna rættin at vera við í EM endaspælinum

Jonhard Hammer
7. apríl 2024 kl. 19:42

Tað var øgiligur spenningur, og tað var fleiri ferðir upp og niður, tá ið kvinnulandsliðið í hondbólti í kvøld tryggjaði sær pláss í EM endaspælinum í hondbólti, sum verður í Ungarn, Eysturríki og Sveis frá 28. november og fram til 15. desember ella við øðrum orðum í adventini, sum verður um góðar sjey mánaðir.

Tá ið tað var stórt fokus á, at manslandsliðið skuldi kvalifisera seg at vera við í EM endaspælinum, sum í januar var í Týsklandi og Berlin, har føroyska liðið átti heimavøll, so var aftur og aftur greitt frá prosessini, og at talan var um serligt tiltak á tann hátt, at foreldur og onnur við tøttum relatiónum til spælararnar, áttu sín stóra lut í hesum.

Soleiðis er tað eisini við kvinnulandsliðnum. Tað sæst á ferðini í Íslandi. Tá ið ferðalagið fór úr Vágum fríggjamorgunin, vóru fleiri foreldur og onnur avvarðandi við í flogfarinum, og í kvøld vóru tey í Ásvellirhøllini í Hafnafirði, har dysturin varð spældur.

Ísland vann 24 – 20 eftir hálvleiksstøðuna 12 – 8. Ísland endaði á øðrum plássi í bólkinum og kvalifiseraði seg saman við bólkavinnaranum Svøríki beinleiðis í endaspælið.

Føroyar vóru í kapping við sjey aðrar avbjóðarar um tey fýra bestu í tríararoknskapinun.

Allir dystirnir vóru samstundis, og millum annað á heimasíðuni hjá europeiska hondbóltssambandinum bar til at fylgja við. Tá ið tað var hálvleikt, sá tað einki út hjá Føroyum, sum vóru aftanfyri fjórða plássið í serliga roknskapinum. Sum seinni hálvleikur leið, broyttist støðan soleiðis, at Føroyar eina løtu vóru innanfyri og so aftur uttanfyri, og tá ið 60 minuttir vóru farnir, var tað greitt, at Føroyar endaðu á fjórða plássi, og so var fagnaðurin stórur millum spælararnar og í føroysku leguni yvirhøvur og ikki minst millum foreldur og onnur áhugað, sum vóru hjástødd í høllini.

 Dystargongdin

Ísland – Føroyar:

5 min: 2-2

10 min: 4-3

15 min: 5-6

20 min: 7-6

25 min: 8-7

30 min: 12-8

35 min: 14-9

40 min: 15-11

45 min: 17-14

50 min: 19-16

55 min: 22-17

60 min: 24-20