Føroyskur dansur - á finskum

Tað er eingin ivi um, at føroyski dansurin er nakað fyri seg, men hann er eftir øllum at døma tó ikki bara nakað, sum føroyingar einsamallir gera

Sveinur Tróndarson
13. juni 2022 kl. 21:03

Onkuntíð dettur mann um okkurt á myndum, sum fær ein at spíla oyru og eygu eitt sindur, og sjálvt um upptøka er átta ára gomul, so var tað júst tað sum hendi, tá vit hoyrdu upptøkuna av finskum føroyskum dansi.

Tað er av finska dansibólkinun Balladitanssijat, Balladudansarunum, sum í mai 2014 framførdu eina finska útgávu av Orminum langa.

Tað er Maija Karhinen-Ilo, sum hevur týtt ein part av Orminum Langa, sum Sjóvarbóndin, Jens Christian Djurhuus yrkti, helst eftir Heimskringlu umleið 1830.

Kvæðið varð prentað í Færøsk Anthologi hjá Hammershaimb, sum kom út í 1891, men í henni stendur, at kvæðið er trykt sum “feuilleton” í Dimmalætting í 1884. 

Upprunaliga er Ormurin Langi 85 ørindi, men finska útgávan er væl styttri enn tað. 

Umframt finsku útgávuna av føroyska kvæðnum, kvøða finsku dansararnir eisini finsku vísuna “Vilhelmi ja Hilma”.

Tað er nú ikki fremmant, at hoyra útlendingar kvøða. Her er ein íslendsk útgáva av sama kvæði:

So kann mann sjálvur meta um, hvat ljóðar betri.