Føroyskur bólkur gevur út debutplátu
Føroyski bólkurin Svartmálm gevur sína debutplátu út talgilt fríggjadagin 2. februar á Plátufelagnum Tutl...
Innsent
18. januar 2018 kl. 16:50
Føroyski bólkurin Svartmálm gevur sína debutplátu út talgilt fríggjadagin 2. februar á Plátufelagnum Tutl (vinyl útgáva í mars). Leygardagin 10. februar verður útgávukonsert í Norðurlandahúsinum við Svartmálm og danska black metal bólkinum Solbrud. Svartmálm vann Wacken Metal Battle Føroyar í 2016 og spældi á Wacken Open Air í Týsklandi sama ár. Í 2017 spældi bólkurin á The New Shit Showcase í Keypmannahavn og Aarhus, umframt á Spot Festival í Aarhus. Seinasta árið hevur verið arbeitt við sjálvnevndu debutútgávuni hjá bólkinum, ið altso kemur út 2. feb. Seinni í februar mánað fara Svartmálm á konsertferð við Hamferð í Danmark: 21.02.18 - Keypmannahavn, Lille Vega22.02.18 - Aarhus, Radar23.02.18 - Aalborg, Studenterhuset