Føroyskur amerikanari vísir verk fram í Havn

Hann arbeiðir við lívrunnum tilfari og evnar oftast listaverk úr timbri og basalti 

Áki Bertholdsen
4. oktober 2023 kl. 12:15

Fríggjadagin klokkan 16, letur nýggja framsýningin “Identity” við verkum eftir Joel Cole upp á Listasavni Føroya.

Joel Cole varð føddur í 1968 í Minnesota í Amerika og síðani 1986 hevur hann javnan verið í Føroyum og ferðast, og arbeitt. Og síðani 2011 hevur hann búð her burtur av.

Joel Cole arbeiðir við lívrunnum tilfari og evnar oftast listaverk úr timbri og basalti. 

Til hesa framsýningina,“Identity” hevur listamaðurin arbeitt við at skapa eitt myndamál, har til ber at tosa um samleika, seta spurnartekn við hugtakið sjálvt og grunda um, hvat tað merkir at hava ein samleika. Hetta kemur til sjóndar í ymsu verkunum, sum kunnu upplivast á framsýningini.

Tá ið framsýningin letur upp fer Anna Maria Dam Ziska, savnsumsjónarfólk, at bjóða vælkomin, áðrenn Joel Cole setur framsýningina. Somuleiðis fara Guðrum & Bartal at spæla nøkur løg.