Føroyska fyritøkan, GroAqua, hevur nú bygt ein nýggjan fóðurflaka til alifyritøkuna, Mowi í Føroyum
Talan er um ein stóran fóðurflaka, sum kann taka 1.000 tons av fóðri og kann fóðra 16 aliringar stamstundis. Flakin er 39 m langur og 13 m breiður.
Sáttmálin um hesa stóru verkætlan varð undirskrivaður í juni í fjør, og fóðurflakin varð latin til tíðina.
Tað er felagið hjá GroAqua í Pólandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanar leiðslan hevur ligið í Føroyum. Skipanirnar umborð eru mentar hjá GroAqua á Kambsdali. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi sigur Gro Aqua í tíðindaskrivi.
Tá ið vit gera nýggjar íløgur hevur tað avgerandi týdning, at tær eisini eru umhvørvisvinarligar, sigur Steffan Gaard, aliformaður hjá MOWI.
– Tí hava vit gjørt flakan kláran til at taka landstreym, samstundis sum vit hava ljóðbjálva útgerð umborð, so flakin so at siga ikki órógvar nærumhvørvið, legguur hann afturat.
– Við nýggja flakanum ber til at fóðra allar ringarnar samstundis tað ger alingina so effektiva sum møguligt.
GroAqua er ein føroysk fyritøka við yvir 100 fólkum í starvi, sum menna og framleiða tøkni og KT skipanir til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Norra, Skotlandi, Pólandi og Danmark.