Ongi úrslit

Føroysku U19 kvinnurnar leggja fyri ímóti Noreg

Føroyar leggja fyri ímóti Noreg kl. 10.00 og leika síðani ímóti Danmark kl. 15.00

Flogbóltssamband Føroya
24. oktober 2024 kl. 18:18

Í morgin - Fríggjamorgunin - kl. 10 spæla føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum hesi næstu trý árini verður hildin í Føroyum. Londini, sum eru við, eru Danmark, Ísland, Noreg, Ongland og Svøríki umframt Føroyar. 

 

Føroysku kvinnurnar eru komnar í ein rættuliga sterkan innleiðandi bólk. Føroyar eru í innleiðandi bólki við Noreg og Danmark, sum eru styrkismettar avikavist sum nr. 2 og nr. 3 í kappingini. 

 

Føroyar leggja fyri ímóti Noreg kl. 10.00 og leika síðani ímóti Danmark kl. 15.00.

 

Í hinum bólkinum eru Svøríki, Ongland og Ísland.

 

Um Føroyar vinna innleiðandi bólkin, koma tær beinleiðis í eina hálvfinalu, sum verður leikt leygardagin kl. 17.00. Um Føroyar enda sum nr. 2 ella nr. 3 í innleiðandi bólkinum, skulu føroysku kvinnurnar leika eina fjórðingsfinalu kl. 10.00 leygardagin. Hendan gevur síðani atgongd til hálvfinaluna, um tær vinna. 

 

Finalan í kappingini fyri kvinnurnar verður sunnudagin kl. 15.00. Dystur um 3. plássið verður sunnudagin kl. 13.00, ímeðan dystur um 5. ella 6. plássið verður sunnudagin kl. 10.00

 

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

17 tímar síðan

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59