Føroysku U17-genturnar í flogbólti vunnu í dag 3-2 á Danmark í dystinum um 5. plássið í kappingini um NEVZA-meistaraskapi. Sambært tíðindaskrivinum frá Flogbóltssamband Føroya, so ber til at kalla kappingina fyri eina víðkaða útgávu av norðurlandameistaraskapinum við Onglandi aftrat.
Eftir eina frálíka byrjan var støðan 11-11, men síðan legði Danmark seg á odda 19-14. Føroysku genturnar svaraðu væl aftur og javnaðu til 22-22, og við at vinna fimm bóltar á rað, vunnu Føroyar fyrsta settið 25-22.
Annað sett, sum ongan enda mundi fingið, var at kalla øvugt. Tað tóktist at vera í pottinum, tá Føroyar løgdu seg á odda 21-16, men Danmark megnaði at javnað til 23-23. Og so byrjaði eitt øgiligt drama, har liðini skiftust um at hava settbóltar; Danmark hevði 4 og Føroyar 5, men tað var Danmark, sum fekk sín fimta at telja, og Danmark vann tí 33-31 við einum serviessi eftir feilmeting frá føroyska liðnum.
Í triðja setti gekk javnt á til 14-14, tá Føroyar tendraðu turbo'ina og spolaðu upp á 25-18.
Javnt var mest sum alt fjórða settið, og soleiðis gjørdist støðan 24-24. Tá vann Danmark neyðugu tvey stigini og harvið eisini settið 26-24.
Síðan var javnbrótari á skránni. Føroyar løgdu seg á odda 3-0, men Danmark javnaði til 3-3 og 6-6. Fimm stig á rað fingu avgerandi týdning, og Føroyar løgdu seg á odda 11-6, og hóast Danmark minkaði um munin aftur til bert tvey stig, so vunnu Føroyar 15-12 við einum dundursmassji.
Sostatt gjørdust Føroyar nummar fimm í kappingini, frammanfyri Danmark á sætta plássi. Svøríki vann kappingina við 3-0 sigri á Noregi í finaluni. Ísland vann bronsuna við sigri á Onglandi.
Hópurin:
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Anja Sólja Niclasen, SÍ
Lív Bára Hansen, Fleyr
Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
Saranja Mouritsen, Fleyr
Bára Leonsson Mouritsen, Fleyr
Tóta Búadóttir, Fleyr
Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB
Bjørk Lunell Bruhn, TB
Ása Thorkildshøj, KÍF
Nicola Toftegaard, Ikast KFUM
Rikka Allansdóttir Joensen, DHV Odense