Føroysku leikararnir til reiðar til dyst

Sambært Fótbóltssamband Føroya so eru allir føroysku leikararnir væl fyri og klárir at taka dystin upp við litavar. Dysturin verður hóskvøldið klokkan 19:45 føroyska tíð

(Mynd: Hans Erik Danielsen).
Kristian Waag Dam
20. september 2022 kl. 09:15

Føroyska landsliðið hevði sína fyrstu venjing í Litava seinnapartin í gjár. Sambært Fótbóltssamband Føroya so eru allir føroysku leikararnir væl fyri og klárir at taka dystin upp við litavar, sum higartil, sæð við teirra eygum, hava havt eina sera miseydnaða kapping.

Undan dystinum er støðan í bólkinum tann, at Turkaland er fremst við fullum stigatali, sum er 12 stig. Nummar 2 er Luksemborg við 7 stigum, á øðrum plássi eru Føroyar við 4 stigum, og aftast er Litava, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar.

Haraftrat er undirlagið ikki ókent fyri føroysku spælararnar, tá teir hóskvøldið klokkan 21:45 lokala tíð í Vilnius fara á LFF Stadion at dystast mói litavum.  

Talan er um eitt stadion við graslíki, sum varð bygt fyri tjúgu árum síðani, og kring vøllin er pláss fyri umleið 5.100 áskoðarum. Vøllurin er tó skiftur nakrar ferðir – seinast í 2020 – so tað er eitt rímiliga nýtt, men nakað slitið undirlag, ið spælt verður á hóskvøldið.

Dysturin millum Føroyar og Litava verður hóskvøldið klokkan 19:45 føroyska tíð.

Kelda: Hans Erik Danielsen - Fótbóltssamband Føroya