Føroysku kvinnurnar hava vunnið seg í EM endaspæl

Hóast tað endaði við tapi á fýra mál, so er fagnaður millum føroysku kvinnurnar í Hafnafirði

Mynd: mbl.is/
Jóannes Hansen
7. apríl 2024 kl. 18:43

Tá ið føroyska kvinnulandsliðið fríggjamorgunin fór til Íslands, var setningurin í kvøld at vinna seg í EM endaspælið, sum verður í desember í ár í Ungarn, Eysturríki og Sveis.

Nú er tað greitt, at Føroyar fyri fyrstu ferð yvirhøvur fara at spæla í EM endaspæli, og at føroyska hondbóltstjóðin og kanska føroyska tjóðin sum heild, fara at fylgja við, tá ið føroysku kvinnurnar í døgunum frá 28. november og fram til 15. desember fara at spæla um EM heitið.

Føroyar taptu 24 – 20 eftir hálvleiksstøðuna 12 – 8. Føroysku kvinnurnar siga seg ikki at vera nøgdar við leikliga avrikið í Hafnafirði í dag, men tað verður skuggað av fagnaðinum um, at tað eydnaðist at vinna rættin at vera við í endaspælinum.

Jana Mittún gekk undan og var føroyskur toppskjútti við 8 málum.

-Vit eru ovurfegnar, og hetta hevur stóran týdning fyri føroyskan kvinnuhondbólt. Vit eru ikki nøgdar við avrikið í dag, men nú fegnast vit um, at tað er eydnast okkum at spæla okkum í endaspælið, sigur Jana Mittún við KvF.

Venjarin Claus Leth Mogensen er fegin um, at tað er eydnast at vinna luttøku í endaspælinum.

-Tað er framúr dysturin ímóti Svøríki á heimavølli, sum er stóra orsøkin til, at vit hava vunnið okkum í endaspælið. Í dag sást, at unga liðið hjá okkum hevur ikki royndir í at spæla so týdningarmiklar dystir. Tær royndirnar fáast bara við at spæla sovornar dystir, sum vit í kvøld vóru partur av. Um tveir mánaðir fara vit at álvara undir fyrireikingarnar til endaspælið, sigur Claus Leth Mogensen í samrøðu við Kringvarpið, sum hevur Tórð Mikkelsen í høllini í Hafnafirði.

Nú fara landsliðsspælararnir aftur í feløgini, har sluttspurturin í landskappingunum er á skrá, áðrenn tær aftur savnast á landsliðnum við tí endamáli at fyrireika seg til EM endaspælið, sum verður í adventini.

 

Ísland – Føroyar 24 – 20 (12 – 8)

Málverjar: Rakul S. Wardum 8/19 42,11% og Annika Fríðheim Petersen 4/14 28,57%

Jana Mittún 8, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Pernille Brandenborg 2, Maria Pálsdóttir Nólsoy 2, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2, Bjarta Osberg Johansen 1, Súna Krossteig Hansen 1, Turid Arge Samulsen 1, Elsa Egholm, Rannvá Olsen, Brynja Höj, , Björk Franksdottir Joensen, Hervör Niclasen, Karin Egholm

Á beinkinum: Claus Leth Mogensen, Simon Olsen, Jens á Skipagøtu og Beinta Bendix Laursen