Føroysku kvinnurnar eru greiðir favorittar

Eftir tveir venjingardystir ímóti Íslandi síðsta vikuskiftið, skulu føroysku kvinnurnar nú aftur í eldin, tá tær í kvøld møta Kosovo í fyrra HM-play-off dystunum av teimum

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya).
Kristian Waag Dam
3. november 2022 kl. 14:32

Eftir tveir venjingardystir ímóti Íslandi síðsta vikuskiftið, skulu føroysku kvinnurnar nú aftur í eldin, tá tær í kvøld møta Kosovo í fyrra HM-play-off dystunum av teimum.

Sjálvt um báðir dystirnir verða leiktir í Istog í Kosovo, so er føroyska liðið skrásett sum verandi heimalið í fyrra dystinum.

Undan play-off dystunum móti Kosovo, hevur føroyska liðið leikt tveir dystir móti Íslandi, sum báðir eru endaðir við íslendskum sigrum.

Hóast báðir venjingardystirnir eru endaðir við tapi, so eru Føroyar greiðir favorittar undan play-off dystinum í kvøld. Í øllum førum sambært fleiri altjóða veddingarfyritøkum, millum annað Bet365, Betway og Betfair. Oddsini uppá ein føroyskan sigur hjá Bet365 eru 1,35, meðan oddsini uppá ein kosovanskan sigur eru 4,00.

Vinnarin yvir báðar play-off dystirnar millum Føroyar og Kosovo, skal síðan spæla tveir play-off dystir móti hægri styrkismettum landi í viku 14 og 15 komandi vár.

Dysturin í kvøld verður bríkslaður ígongd klokkan 18.30 í kvøld, meðan seinni dysturin verður leygardagin klokkan 18:30.

Kringvarpið stroymir dystin í dag og vísir dystin leygardagin í sjónvarpinum.