Í dag klokkan 15 verður seinasta umfar í EM undankappingini hjá kvinnum leikt. Føroysku kvinnurnar taka ímóti danska kvinnulandsliðnum í høllini á Hálsi. Ongin ivi er um, at Danmark er greiður favorittur undan dystinum. Tá liðini møttust tann 10. oktobur í fjør, vann Danmark sannførandi 39 – 19. Føroyar hava onki stig fingið enn og liggja aftast í bólkinum, meðan Danmark hevur fult stigatal higartil og liggur ovast. Hini liðini í føroyska bólkinum eru Danmark, Rumenia og Eysturríki. Hondbóltsstjørnurnar úr Danmark liggja ovast og hava sostatt longu tryggja sær pláss víðari til EM, sum verður hildið í ár frá 4. novembur til 20. novembur. Endaspælið verður hildið í Slovenia, Norðmakedonia and Montenegro.
Seinast Føroyar og Danmark møttust høvdu føroysku kvinnurnar eina ræðuliga byrjan. Tað gingu heili 11 minuttir inntil okkara kvinnurnar skoraðu. Tá høvdu donsku kvinnurnar longu skorað seks mál. Hálvleiksstøðan var 19 - 5 til danska landsliðið. Í seinna hálvleiki gekk betur, serliga í álopsspælinum. Tað gekk so mikið væl í álopsspælinum, at okkara kvinnur skoraðu dupult so nógv sum í fyrra hálvleiki. Serliga Jana Mittún, Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg vóru eyðsýndar í álopsspælinum. Tó var góða álopspælið ikki nóg mikið. Endaliga úrslitið gjørdist sum áðurnevnt 39 – 19 til Danmark.
Føroysku kvinnurnar leiktu eisini mikudagin ímóti Rumenia. Tær stóðu væl í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 13 – 11 til Rumenia. Tó megnaðu kvinnurnar ikki at fylgja við gestunum í seinna hálvleiki. Endaliga úrslitið gjørdist 31 – 21 til Rumenia.