Føroysku klæðini eru livandi mentan

Føroysku klæðini hava aldri verið so populer sum tey eru í dag

Guðrun í Jákupsstovu
26. juli 2017 kl. 10:39

Føroysku klæðini hava aldri verið so populer sum tey eru í dag. Niðri í Marjun Heimá surra seymimaskinurnar skjótari og skjótari á hvørjum ári, tí bíleggingarnar gerast alsamt fleiri.

Tað er eitt serføroyskt fyribrigdi at hava ein tjóðarbúna, sum er so nógv brúktur. Tjóðarbúnar ella siðbundin klæðir er nakað, sum í flestum øðrum londum nú bert hongur til sýnis í søvnum, og sum tey fægstu kundu droymt at latið seg í. Men í Føroyum elska vit okkara føroysku klæðir, og vit gerast alsamt meira frí um, hvat er loyvt og ikki. Hetta elvir til nógv kjak, og summi kunnu ikki torga, tá øðrvísi litsamansetingar vera nýttar, ella um turriklæðið liggur eftir heima. Hóast mótstøðuna, so kunnu tær í Marjun Heimá bara staðfesta, at hugflog, nýhugsan og individualitetur innan tey føroysku klæðini eru komin fyri at vera.


Søguligt yvirlit
Noomi í Dali undirvísir á Fróðskaparsetri Føroya og hevur granskað nógv í teimum føroysku klæðunum. Sambært henni kann man deila uppfatanina og nýtsluna av føroyskum klæðum sum tjóðbúna upp í trý tíðarskeið. Fyri 2. heimsbardaga, eftir 2. heimsbardaga og individualisering. Áðrenn kríggið var tað ikki óvanligt, at føroysku klæðini vóru fjølbroytt. Litirnir á konufólkaklæðunum vóru ikki bara reyð, men eisini rust-gul og morreyð. Tá var eisini vanligast at stima zig-zag og ikki uppá kross. Ei heldur var tað serliga vanligt at eiga føroysk klæðir tá, tí tey vóru dýr.

Hans Marius Debes, eisini kendur sum skraddar Debess, hevur spælt ein stóran leiklut í, hvussu vit byrjaðu at uppfata føroysku klæðini. Skraddar Debess var virkin í dansifeløgum, og tað vóru ofta limir í hesum feløgum, sum áttu føroysk klæðir og vóru í teimum, tá tey fóru til onnur lond at dansa og umboða Føroyar. Tá var tað skraddar Debess sum legði lag á klæðini, og soleiðis uppstóð ímyndin av teimum “røttu” føroysku klæðunum, hetta var stutt áðrenn 2. heimsbardaga. Eftir kríggið høvdu fólk meira pening um hendi, og tískil gjørdist tað meira vanligt at eiga føroysk klæði, og umleið 1950-1980 fylgdu fólk ímyndini av føroyskum klæðum, sum skraddar Debess partvís hevði skapt.

Í 90’unum og 00’unum broytist mynstrið aftur, og nú byrjar, sambært Noomi, ein størri individualisma at vísa seg í føroysku klæðunum. Klæðini skulu ikki longur bert umboða okkara tjóðskap og mentan, men eisini okkara egna persónleika.


“Tit oyðileggja føroysku klæðini”

Her er tað, at tað er komin kuril á tráðin hjá mongum um tey føroysku klæðini. Hesar nýggju tulkingarnar av klæðunum fella ikki altíð í góða jørð – kanska serliga illa hjá eldra ættarliðnum. Ein av teimum sum man skula tola flest av glepsunum mótvegis hesum, er handilin Marjun Heimá, sum seinastu árini er blivin tað stóra andlitið úteftir, tá tað kemur til framleiðsluna av klæðunum. Majbritt Jakobsen, leiðari í Marjun Heimá, greiðir frá, at tær eru ofta blivnar lagdar undir at oyðileggja føroysku klæðini, tí tær eisini loyva teimum meira alternativu ynskjunum frá viðskiftafólki. Men tær eru vísar í, at tað er rætturin til at vera alternativur, og at sleppa at seta sín egna dám á klæðini sum ger, at vit enn tíma at brúka tey.

– Um vit vóru strang og høvdu reglur um hvat var loyvt og ikki, so høvdu klæðini lættliga kunna hingið til sýnis á einum savni og umboðað eina farna tíð, sigur Majbritt Jakobsen.

Hesum tekur Noomi í Dali undir við, og undirstrikar, at klæðini hava ikki altíð havt ta standardiseraðu útsjóndina, og tí kunnu vit ikki hugsa um hetta sum “tað rætta” og “siðbundna”. Tí hvussu langt aftur í tíðina skal man fara fyri at definera nakað sum siðvenju? Eisini ger Noomi í Dali vart við, at tað nýggja stendur ikki einsamalt. Tað sæst saman við tí gamla, tí klæðini verða arvaði, seymaði um og brúkt aftur. Um okkurt ikki hóskar, so fer tað at detta burtur aftur.


Mentanin er livandi
Í Marjun Heimá hava tær fingurin á pulsinum, tá tað kemur til hvussu rákini broytast við føroysku klæðunum. Rákið var leingi at gera gul ella lilla klæði, men tey seinastu fáu árini er rákið broytt grundleggjandi aftur, siga tær. Tann reyði liturin er nú aftur vorðin mest populerur og nú síggja tær alsamt fleiri gentur, ið vilja stima zig-zag og velja sprøklut og litrík fyri- og turriklæði, heldur enn einlitt og matjandi. Hetta líkist meira enn nakrantíð tí heilt gomlu útsjóndini á føroysku klæðunum. Hetta halda tær í Marjun Heimá og Noomi í Dali verða eitt gott dømi um, at klæðini als ikki oyðileggjast, men at áhugin er livandi og ferðast í rákum, sum mótarák altíð gera. Klæðir snúgva seg um at úttrykkja seg sjálvan, og um vit ikki sluppu at gera tað við føroysku klæðunum, høvdu vit ei heldur farið í tey. Og sum vit fáa at síggja á ólavsøku í ár, er hetta lukkutíð ikki førið. Í Marjun Heimá surra seymimaskinurnar skjótari enn nakrantíð.