Føroysku heimsstjørnurnar vera at síggja í sjónvarpinum

U-21 HM: Fyrsti dysturin verður longu klokkan 10 fyrrapartin í morgin

Jóannes Hansen
19. juni 2023 kl. 14:11

Føroyska U-21 landsliðið í hondbólti fór fyrrapartin á flog úr Vágum. Málið er Magdeburg í Týsklandi, har óføru føroysku hondbóltsspælararnir næstu vikuna fara at dystast í HM endaspælinum fyri U-21 landslið.

Allir dystirnir hjá føroyingunum vera í Magdeburg, og fyrsti dysturin verðu longu fyrrapartin í morgin. Tá fara Føroyar at spæla ímóti Angola. Fyrsta bríksl verður klokkan 10.00 føroyska tíð.

Dysturin í morgin og allir hinir dystirnir hjá føroyska landsliðnum vera at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, sum eisini fer at vísa hálvfinalurnar og finaluna.

Magdeburg er hondbóltsbýur burturav, og í gjár var býurin heilt á gosi, tá ið SC Magdeburg vann finaluna í Champions League kappingini í hondbólti fyri menn.

Endaspælið er í Týsklandi og Grikkalandi.