Stóru føroysku ítróttarbrøgdini koma í hesum døgum kropp á kroppi. Seint seinnapartin hava føroysku U-19 dreingirnir framt eitt av teimum heilt stóru. Teir hava framt eitt so stórt bragd, sum tað í veruleikanum ikki ber til at ímynda sær, at tað skal bera til at fremja.
Føroyar hava í HM kappingini fyri U-19 landslið vunnið 30 - 28 ímóti Týsklandi. Tað verður endurtikið: Føroyar hava vunnið ímóti Týsklandi, sum fyri einum ári síðani vann bronsu í HM kappingini. Áður hava Føroyar vunnið ímóti Svøríki, sum vann silvur í HM kappingini fyri einum ári síðani.
Týskland verður roknað at eiga stinnastu landskappingina yvirhøvur í manshondbólti, og føroyski sigurin er so framúr, at hann telist millum allar størstu altjóða ítróttarbrøgdini hjá Føroyum í liðítrótti.
Hálvleiksstøðan var 12 – 10 til Føroyar. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru Føroyar frammanfyri 23 – 20. Tá tóku týskarar til at mansverja Óla Mittún, men tað hjálpti lítið, tí føroyska leiðslan øktist til 28 – 23, tá ið tað restaðu fimm minuttir. So varð tað alt ov spennandi. Leiðslan tódnaði til eitt mál, men føroysku garparnir hildu høvdið kalt, og tá ið tað stóð mest á, øktu teir til 30 – 28, og so var tað greitt, at sensatiónin var veruleiki.
Eftir dystarlok varð strikuspælarin og verjukempan Ísak Vedelsbol kosin at vera dagsins maður.
Við framúr sigrinum ímóti hondbóltsrisanum Týsklandi varðveita Føroyar møguleikan at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Føroyar røkka í fjórðingsfinaluna, um tað í síðsta dystinum í millumumfarinum eydnast at vinna ímóti Saudiarabia.
Føroyskur toppskjútti var Óli Mittún, sum aftur í dag var framúr væl upplagdur og skoraði 13 mál. Honum næstir sum málskjúttar vóru Ísak Vedelsbol og Jákup Egholm, sum skoraðu seks mál í part.
At tað koppaði Føroyum til fyrimunar tænir øllum spælarunum til rós. Teir vóru sum bergi í verjuni, har teir ofraðu seg fullkomuliga mann ímóti manni, og í álopsspælinum skipaði Óli Mittún fyri, og sjálvsálitið var stórt ikki minst á strikuni men eisini í borðunum.
Heilt framúr var málverjin Alaksandar Sasah Lacok, sum bjargaði 16 ferðir.
Føroyar - Týskland 30 - 28 (12 - 10)
HM U-19 menn
Í Opatija í Kroatia mánadagin 7. august 2023 kl. 16.00
Føroyar: Aleksandar Lacok og Leivur Joensen
Óli Mittún 13, Jákup Egholm 6,Ísak Vedelsbøl 6, Niklas Gaard 4, Búi D. Poulsen 1, Sofus í Selvindi Nattestad,
Tróndur Johnsson, Rói Hjaltason Seyer, Rókur Ziskason, Høgni Højsted, Trúgvi Hávaradsson, Óla Jákup Gaard Olsen, Tóki Fríðriksson
5 min: 1-2
10 min: 2-4
15 min: 3-6
20 min: 5-6
25 min: 9-8
30 min: 12-10
35 min: 16-14
40 min: 19-18
45 min: 23-20
50 min: 26-21
55 min: 28-24
60 min. 30-28