Á myndini eru føroysku bogaskjúttarnir, sum eru úttiknir at kappast undir Merkinum á Oyggjaleikunum á Guernsey í næsta mánað, vóru seinasta vikuskifti savnaðir á venjingarlegu í Danmark.
Frá vinstru eru tað Jógvan Niclasen, compound, Bárður Magnusson, recurve, Nikkel Petersen, compound, Fróði Heri Poulsen, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya, Absalon Hansen, recurve, Hans Bogi Ellefsen, recurve, Jóannes Poulsen, compound, Hans Petur Højgaard, recurve, Sógerð Henriksen, recurve, og Helena við Misá, compound. Compoundskjúttin Sámuel Petersen var ikki við á venjingarleguni og manglar tí á myndini
Føroysku bogarkjúttarnir, sum skulu til oyggjaleikirnar í summar, eru nú um at veråa klárir. Tað sigur Bogaskjótisambandið í dag.
Tey siga, at sum heild er støðið hjá føroysku bogaskjúttunum, sum tað var tá ið bogaskjóting seinast var á skránni á Oyggjaleikum - og tá ið Føroyar vunnu. Men einstakir skjúttar hava væl og virðiliga sett met síðani tá, leggja tey afturat.
Átta menn og tvær kvinnur fara at kappast í bogaskjóting á Oyggjaleikunum á Guernsey í næsta mánað Føroysku bogaskjúttarnir eru spentir upp á Oyggjaleikirnar, sum verða á bretsku kanaloynni, Guernsey, í døgunum 8. til14. juli. Og tað eru tey, tí tey halda, at grundarlag skuldi verið fyri góðum úrslitum.
Úttøkukappingar til Oyggjaleikirnar á Guernsey vóru í apríl, og tá blivu metini frá Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017,sett - bæði í recurve og í compound.
Í recurve setti Hans Petur Højgaard úr bogaskjótifelagnum, Ørvi, í Eysturoynni, metið í tí fyrstu úttøkukappingini. Hann fekk 1155 stig aftur ímóti teimum 1144 stigunum, sum ein annar føroyskur skjútti, Oddmar Nielsen vann gull við á Gotlandi.
Í compound settu Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen, báðir úr Ørvi, metini frá 2017 ikki minni enn tvær ferðir í part.
Í tí fyrstu úttøkukappingini fingu teir báðir ávikavist 1349 og 1342 stig og í tí seinastu kappingini fingu teir ávikavist 1373 og 1347 stig.
Føroyski Albert Dam fekk 1317 stig, tá hann vann gull í compound á Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.
– Úrslitini boða frá góðum, hóast tað helst fer at merkjast hjá kvinnunum, at compoundskjúttin, Anja Eydnudóttir, ikki verður við á Guernsey í næsta mánað. Hon vann nevniliga gull í øllum, sum vinnast kundi í compound á Gotlandi.
Átta menn og tvær kvinnur eru í føroyska hópinum, sum fer at kappast á Guernsey. Hópurin sær soleiðis út:
Recurve:
Hans Petur Højgaard (Ørvur)
Hans Bogi Ellefsen (Vágaskot)
Bárður Magnusson (Vágaskot)
Absalon Hansen (Tambar)
Sólgerð Henriksen (Vágaskot)
Compound:
Jóannes Poulsen (Ørvur)
Nikkel Petersen (Ørvur)
Jógvan Niclasen (Tambar)
Sámuel Petersen (Ørvur)
Helena við Misá (Ørvur)
Seinasta vikuskifti vóru skjúttarnir á venjingarlegu í Danmark, fyrsta dagin á skjótibreytini hjá Køge Bueskyttelaug í Køge og teir báðar seinnu dagarnar á skjótibreytini hjá Lyngby Bueskyttelaug í Lyngby.
Mental venjing avgerandi
Hendan venjingarlegan var seinasta ferð áðrenn Oyggjaleikirnar, at føroysku bogaskjúttarnir vóru saman við landsliðsvenjarunum, Søren Ipsen, recurve, og Martin Damsbo, compound.
Teir báðir venjararnir vóru væl nøgdir við tað, teir sóu, sigur bogaskjótisambandið
Søren Ipsen vandi eisini recurve-skjúttarnar til Oyggjaleikirnar í 2017.
– Nú krevst góð fyrireiking og ikki minni mental venjing, tí vit vita, at tann mentala støðan vigar mest, helst meira enn 90 prosent, tá tú skalt skjóta teir avgerandi pílarnar í týðandi kappingum, segði hann, tá venjingarlegan var um at vera av.
Eisini Martin Damsbo, sum hevur vant teir føroysku compound-skjúttarnar síðan tíðliga í fjør heyst, var nøgdur, og hann gav sær serliga far um áræðið hjá føroysku skjúttunum.
– Eg segði við meg sjálvan, tá eg seint í fjør summar varð spurdur um at venja føroysku landsliðsskjúttarnar til Oyggjaleikirnar, at tað tímdi eg bara, um skjúttarnir sjálvir bæði tímdu og vildu brúka neyðugu orkuna og tíðina upp á at blíva betri.
– At áræði ikki er ein trupulleiki, fekk eg skjótt váttað, og eg síggi tað eisini nú. Beint áðrenn venjingarleguna tók Jóannes Poulsen til dømis lut í einari kapping í Kroatia, men sjálvt um hann tískil sjálvandi var móður, so kom hann beinleiðis úr Kroatia og higar at vera við á venjingarleguni.
– Afturat hava allir skjúttarnir hetta, at teir eru ikki nøgdir, um teir hava skotið eitt gott umfar, men vilja altíð royna, um teir ikki kunnu gera tað enn betur.
– Her á venjingarleguni hevur tað í mestan mun snúð seg um trimma bogarnar og stilla siktini, men eg havi eisini staðfest, at styrkin hjá skjúttunum er í lagi, so nú snýr tað seg meira um fínpussing og nógva skotvenjing.
– Tú fært tó ikki meg at geva nakað boð upp á, hvussu tað fer at hilnast á Guernsey, tí í compound vita vit, at ein einstakur miseydnaður pílur kann oyðileggja alt, segði Martin Damsbo.