Føroyskt umboð fyri Reyða Kross til Bangladesj

Endamálið við túrinum er millum annað at vitja verkætlanir, sum Føroyar hava stuðlað

Hanna Olsen (Mynd: Reyði Krossur Føroya)
Fríðmundur Nattestad
17. mai 2024 kl. 15:00

Í gjár fór Hanna Olsen, sum umboðar Reyða Kross Føroyar, til Bangladesj, saman við 10 øðrum sjálvbodnum úr Reyða Krossi Danmark.

Hesum boðar Facebook vangin hjá Reyði Krossi Føroya frá.

- Hanna og hini sjálvbodnu fara at vitja Reyða Kross verkætlanir, sum Føroyar og Danmark hava stuðlað. Á túrinum vitja tey m.a. heimsins størstu flóttafólkalegu og øki, ið eru hart rakt av veðurlagsbroytingum, skrivar Reyði Krossur Føroya.


Hanna sjálv er spent til ferðina. - Eg gleði meg at síggja verkætlanirnar, ið Føroyar eru við til at stuðla, og fáa eina betri fatan av, hvønn mun tað ger, sigur Hanna Olsen.

- Eg sendi tykkum postkort frá túrinum so leypandi - so fylgi við her!, leggur Hanna afturat, og sipar til Facebook vangan hjá Reyða Krossi Føroya, sum kann vitjast her.