Verkið ‘tveyeini’ hjá RIVA er útvalt at vera partur av tiltakinum New Sh*t tann 25. apríl 2024 í Dansekapellet í Keypmannahavn.
tveyeini er eitt verk á 45 min., koreograferað og framført av Rannvá G. Niclasen og Vár B. Árting. Duettin varð frumsýnd sum partur av tvísýningini MINNISBROT í Norðurlandahúsinum 12. august 2023. Í verkinum renna tveir kroppar saman í rørslu á eini ferð gjøgnum minnisbrot. Gjøgnum eitt mótspæl millum gerandisligan kropsburð, óítøkiligar og útinnandi rørslumyndir, verður veruleikin skeiklaður og ein nýggjur alheimur skapast, ið speglar longsul, tráan og nærveru.
New Sht er eitt tiltak hjá Dansehallerne, Center for dans og koreografi. Síðan 2020 hevur New sht verið ein pallur, ið presenterar tað sum er nýtt í koreografiska landslagnum. Til hvørja nýggja útgávu av New Sht verður ein gestakurator bjóðaður at seta saman eina skrá við koreografum, ið viðkomandi metir eru morgindagsins listafólk. Hesu ferð er kuratorurin Nadja Bounenni. Hon lýsir komandi New Sht sýningina soleiðis:
"Denne kuration er en sammensætning af tre danseværker, forskellige fra hinanden i stil og format. Vi vil opleve kunstnere, der bruger fysisk dans som deres vigtigste værktøj til koreografi, værker der minder os om, hvad dansens kraft og magi kan gøre. Soundscapes er medskabende i rummet som grundlag for dansen. Værkerne inviterer til at blive oplevet med et åbent hjerte, at lade os blive bevæget af dem eller give os lyst til at bevæge os.”
RIVA hevur longu havt virksemi uttanfyri landoddarnar, eitt nú í Svøríki, Taivan, Katalonia og Íslandi, men hetta verður fyrstu ferð at RIVA framførur í Danmark. Dansivirkið vónar at hetta kann verða ein lykil, ið opnar nýggjar dyr. Hetta er fyrstu ferð at verkið í síni heild verður pallset uttanfyri Føroyar, og toymið er sera spent uppá móttøkuna.
Stuðlað ferðini hava Listaflog og Safari.
Keyp atgongumerki, og les meira um tiltakið her: New sh*t Vol. 8 | Dansehallerne
Um RIVA
RIVA er Føroya fyrsta dansivirki fyri yrkisdansarar við núverandi listaliga kjarnutoyminum Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Vár Bech Árting og Búi Rouch. Endamálið er at skapa nakrar virðiligar arbeiðsmøguleikar fyri yrkisdansarar í Føroyum, at menna dansiumhvørvið og dansilistina í Føroyum, og soleiðis stigvíst lyfta dansistøðið í Føroyum upp á eitt altjóða yrkisstøði.