TrustLLM-verkætlanin er eitt samstarv millum fleiri stovnar og universitet úr ymsum evropeiskum londum, og Máltøknidepilin í Føroyum virkar nú sum uttanhýsis samstarvspartur í verkætlanini.
TrustLLM-verkætlanin mennir álítandi stórmálmyndlar (LLMs), sum fevna um stór og smá mál.
Hendan verkætlanin er miðsavnað um evropeisk mál og viðurskifti, og aðalendamálið við TrustLLM er menningin av einum opnum, álítandi og sannførandi stórmálmyndli.
Myndilin fevnir í fyrstu atløgu um germansk mál, eitt nú føroyskt.
Leikluturin hjá Máltøknideplinum í verkætlanini verður at savna inn føroyskar máldátur og ráðgeva í føroyskum málviðurskiftum. Úrslitið er, at føroyskt verður partur av endaliga myndlinum, sum gevur okkum í Føroyum møguleika at nýta myndilin til alskyns endamál á føroyskum.
Føroyska Annika Simonsen er ph.d.-lesandi á Háskóla Íslands, og ph.d.-verkætlan hennara er partur av TrustLLM.
Annika Simonsen arbeiðir við "alignment" av dátum, sum merkir at laga dátur og myndlar til at samsvara betur við menniskjalig virði. Hetta er eitt sera umráðandi arbeiðsøki. Annika Simonsen arbeiðir við øllum málunum í verkætlanini, men hevur serliga sjóneykuna á lágtilfeingismál so sum føroyskt og íslendskt.