Sum níggju ára gomul flutti hon sum flótti við familju síni úr Uganda til Danmarkar. Í hesum døgum er rødd hennara tó at hoyra allastaðni í upprunaliga heimlandinum, har lagið Kyoyagala hjá sangarinnuni Joanitu Zachariassen hevur ligið nummar eitt á top 10 listanum í ein mánað
Í Nærum, norðan fyri Keypmannahavn, livir ein lítil familja, sum er ein samanrenning millum kvinnu, sum upprunaliga er úr Uganda, og mann, sum er úr Gøtu. Saman hava tey fýra ára gamla sonin Isaac. Talan er um hjúnini Joanitu og Daniel Zachariassen, sum ikki bara eru hjún, men eisini arbeiðsfelagar. Joanita er sangskrivari og sangarinna og Daniel er tónleikari – trummur og slagverk – og hann spælir eisini við, tá Joanita framførir.
Lítil kvinna við stórari rødd
Tað eru eftirhondini nøkur ár síðani, at Joanita setti sær fyri at koma enn longri út til almenningin við sínum tónleiki. Hon var eitt nú við í sendingini "Talent" hjá danska TV2 í 2009, og tó, at hon ikki vann, so kom hon langt í kappingini og fekk góð skotmát. Ein av dómarunum, Hella Joof, segði millum annað soleiðis um Joanitu:
– Ein litil kvinna við einari stórari rødd, fylt vid lívi, orku og kærleika.
Seinnu árinini hevur Joanita innspælt fleiri stakløg, og hesi hava eisini verið at hoyrt í útvarpinum hjá Kringvarpinum her heima, har tey eru sloppin gjøgnum nálareygað og eru endað á playlistunum. Løgini hava havt við sær, at Joanita hevur havt fleiri konsertir í Føroyum – millum annað tríggjar konsertir í mai í fjør. Ætlanin er eisini at koma aftur til Føroya at framføra í ár.
Gjøgnumbrot í Uganda
Í september í fjør tók Joanita avgerð um at royna tónleik sín í upprunaheimlandinum Uganda. Tíðin var búgvin, metti hon. Tað eydnaðist at fáa í lag eina konsert saman við kenda sangaranum í Uganda, Maro, og tað var startskotið til tað, sum fyribils er endað við, at lagið Kyoyagala hevur ligið nummar eitt í Uganda í ein mánað.
Sjálv sigur Joanita, at hon vil byggja tónlistaliga brúgv millum Evropa og Afrika, og tað hoyrist aftur í tónleiki hennara, sum tó, at hann inniheldur afrikanskar rútmur, eisini hevur tann evropeiska stílin við sær.
Í Danmark var eitt sindur torført at koma fram við tí tónleiki, sum Joanita hevur arbeitt við seinnu árini, men nú hon er blivin væl umtókt í Uganda, eru danir eisini við at fáa eyguni upp fyri henni. Seinastu tíðina hevur hon verið at sæð í fleiri donskum miðlum, og tónleikur hennara er eisini at hoyra ymsastaðni niðri.