Ongi úrslit

Føroyskt ferðalag er á veg í Karibiska havið at arbeiða umborð á Logos Hope

Tað verður fyri tað mesta í maskinrúminum, at føroyingarnir næstu vikurnar fara at hjálpa til

Føroyska ferðalagið sum í morgun fór úr Vágum, og sum í morgin fer úr Amsterdam og vestur til Curaco oynna í Karibiska havinum. Frá vinstru: Hans Elttør, Pól Johannessen, Ronni Gelig Joensen, Jákup Øregaard, Dánjal Klæmintsson, Heini Næs, Dávid á Marknagili, Hóri Skaale, Kári Lindberg Müller, Ári Midjord Jógvansson, Esmar Müller, Jóannes Næs og Petur Kristian Johannessen.
Jóannes Hansen
22. apríl kl. 22:23

13 føroyingar eru á veg til Curaco oynna í Karibiska havinum, har teir fram til hálvan mai fara at arbeiða umborð á Logos Hope.

Logos Hope er gamla Norrøna, sum nú er skip hjá OM missiónsfelagsskapinum. Fleiri føroyingar hava verið við Logos Hope – eisini á brúnni og í maskinrúminum.

Talan er um maskinmeistarar og maskinsmiðir, sum nú eru á veg umborð á Logos Hope. Setningurin hjá teimum er at umvæla tveir motorar, at gera rørarbeiði og annars fyrifyllandi arbeiði.

Í morgin fara teir úr Keypmannahavn og til Amsterdam haðani teir fara við flogfari beinleiðis til Curaco. Curaco er partur av Niðurlondum, og tí er tað beinleiðis flogsamband millum Amsterdam og oynna í Karibiska havinum.

Føroyska ferðalagið ætlast at vera aftur í Føroyum 16. mai.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

23 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

Í gjár kl. 10:08

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10

Kanning vísir at tað loysir seg at gera ein tunnil afturat í Vágum

25. desember kl. 11:13